Ongin kennir mein í annans bein
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Birkblog: Livir tú nóg leingi, so upplivir tú ivaleyst, at nýggj lond verða til, og at onnur landanøvn fara í gloymskunnar hav. Men aðrar preferansur enn skynsama, kollektiva minnið og altjóða sambond kunnu taka vitið av ræði.

Heilsanin “Næsta ár í Jerúsalem” er á okkara leiðum bara galdandi fyri jødar, sum vit hava fleiri vinasambond við, eisini við braneggjaðum lgbt filmum. Hinvegin er heilsanin ikki á nakran hátt galdandi fyri ella brúkilig hjá palestinum, hóast tjúgu ár eru liðin síðan Arafat segði júst hetta sama í ST háborgini: at fulkomna trygdini fyri varandi friði í Miðeysturi er ein palestinskur statur við Jerúsalem sum høvuðsstaði.

Og hvør veit, kanska fer grøna Írland at gloypa bretska Norðurírlandi, kanska fer Skotland at verða nýggjur limur í ES, og vit fara at sita eftir so nakkalong her norðuri sum einasta distrikt í verðini, ið brúkar danskan valuta.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo