Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Magnus Pauli Thomsen og liðfelagirnir fegnast um 1-0 málið móti BK Marienlyst - Mynd: Ingi Arge

Magnus Pauli Thomsen og liðfelagirnir fegnast um 1-0 málið móti BK Marienlyst - Mynd: Ingi Arge

Magnus Pauli Thomsen og liðfelagirnir fegnast um 1-0 málið móti BK Marienlyst - Mynd: Ingi Arge

FSF: – Sum heild eru vit sera væl nøgdir við kappingina. Vit spældu fimm tættar dystir, har vit vórðu avbjóðaðir meir enn vanligt, og tað er sera mennandi fyri okkara spælarar, sigur Jógvan Martin Olsen, venjari hjá U15-landsliðnum við dreingjum.

EfB Elite Cup verður á hvørjum ári spælt í Esbjerg í Danmark, og talan er um eina sera sterka kapping. Umframt føroyska U15-landsliðið, eru luttakandi liðini úr Noregi, Svøríki, Danmark og Týsklandi.

Úrtøkan hjá okkara dreingjum var ein sigur, tríggir javnleikir og eitt tap, ið samstundis hevði við sær, at føroyska liðið endaði á einum deildum 5. plássi í kappingini.

– Tað var fantastiskt at síggja tað dirvi, sum okkara spælarar vístu. Í støðum, har vit verða trýstir langt aftur á vøllin, tora vit at spæla, og tað er hugaligt at síggja, at tað, sum vit royna undir venjing, eisini sæst aftur í dystunum.

– Hinvegin, so gekk eitt sindur strilti at gera mál, so í álopspartinum haltaði eitt sindur, og í onkrum dystum góvu ójøvnu grasvøllirnar okkum høvuðbríggj. Men samanunmtikið eri eg væl nøgdur við innsatsin og avrikið hjá okkara dreingjum. Allir sum ein stríddust teir sera manniliga og tordu at spæla fótbólt, sigur Jógvan Martin Olsen við heimasíðuna hjá FSF.

Næst á skránni hjá U15-landsliðnum við dreingjum er UEFA menningarkapping, sum verður í Norðurírlandi í november.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo