Fólk sleppa ikki til umlætting, tí tørvur er á starvsfólkum á eldraøkjunum. Tað síggja vit í Veks-samstarvinum og vit síggja tað í Norðuroyggjum, sambært miðlunum
Men meginparturin av politisku skipanini er bara kúrr. Tað er sum um hesin trupulleikin ongan týdning hevur.
Politiska skipanin má vakna. Vit mugu gera okkurt fyri øll tey, ið arbeiða innan eldra og heilsuøkið. Eg skilji væl, um tey velja sær onnur størv við færri vaktum og betri løn. Tí hugburðurin hjá politisku skipanini og arbeiðsgevarum tykist vera, at tað er ongantíð ráð at bøta um arbeiðs - og lønarviðurskiftini hjá hesum starvsfólkum.
Men hesi starvsfólkini hava eisini eina familju at forsyrgja, og tað krevur pening. Hesi starvsfólkini fingu ongan flatskatt, men skulu kappast við tey, sum fingu flatskatt, og tí ikki nýtast at hugsa um tað fíggjarliga.
Tjóðveldi hevur lagt uppskot fram um at útbúgva fleiri røktarstarvsfólki. Tjóðveldi hevur eisini uppskot um lønarpulju, sum lyftir láglønarstørv.
Men umráðandi er, at vit øll í politisku skipanini mugu seta okkum saman og finna eina varandi loysn, so fólk aftur sleppa inn á ellis og røktarheim til umlættingar.
Beinta Løwe, tingkvinna, Tjóðveldi
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo