Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

1: Teir fóru við báti so langt út á havið,

teir róðu so tungan, og mangan var stravið,

við áttamannafari, var ei av teim stóru,

við minni fari teir eisini fóru.

2: Teir løgdu nógv fyri, tað kom fyri mangan,

at stríggið var ofta at koma um tangan.

Mangan teir bóru ei boð í bý.

Hví fóru aðrir tá í hetta stríð?

3: At sigla er neyðugt, men ikki at liva,

so stóð á Sjómansskúlanum skrivað.

So var hjá teimum, sum út aftur fóru,

og vónaðu, at teir boð í býin bóru.

4: So fingu teir skip, tó ei av teimum stóru,

men munandi betri enn bátarnir vóru,

og fá vóru nýggj, tó ikki øll gomul,

frá bretum tey keypt vóru, tó ei øll somul.

5: Frá landi teir løgdu nú langt út á hav,

til fremmandar strendur, ei stríðið var av,

og fleiri ei komu aftur til síni,

sum sótu har heima í svárari pínu.

6: At sigla, tað var nú framvegis so neyðugt,

At látast av bunka, tað vil ein jú

treyðugt.

Teir hildu tó fram, hóast stórur var vandi,

so livast kann framvegis í hesum landi.

7: Men so kom kríggið, hitt harða og stóra,

og hvør kundi tá undan vandanum hóra?

Nei, als ikki allir, tí teir hildu á,

tó aðrir teir góvust, skal her sigast frá.

8: Hví eru før´ingar soleiðis kendir,

at aftur og aftur teir spýta í hendur

og blíva við, hóast vandarnir hótta?

Tað tykist sum hava teir als ongan ótta.

9: Nú eru skipini vorðin nógv betur,

og sigla teir nú bæði summar og vetur.

Nú avmarking er ei av stáli og træi,

men tykjast at vera av heilt øðrum slagi.

10: Havið er ikki so frítt, tað var áður,

hvørki til ungan ella tann, sum er gráður,

og førini eru nú vorðin so dýr,

at eingin er mentur at keypa, her býr.

11: Men kreppurnar koma og eisini fara,

so ver tú bert klárur og bíða so bara,

tí skipini verða tó neyvan so dýr,

at kanska kann keypast av tí, sum her býr.

12: Men gott er at hava feløg so sterk,

at tey ikki koppa, men gera sítt verk,

so tey kunnu mennast og víðka um virkið,

so samfelagið við kann vaksa í styrki.

13: So lat okkum gleðast um landi so gott,

sum Gud okkum gav og ei falla í fátt.

Teir gomlu hildu bert áfram í forðum,

og lat okkum fylgja bert í teirra sporum.

Olaf Olsen, novembur 2019

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo