Lán skal koma læandi aftur
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Tað hevur verið ein æra og gleði at sitið í Eysturkommunu býráð saman við Ólavi F. Olsen.

Og síðani leygardagin, tá boðini frættust um, at hann andaðist so brádliga, hava eg og mong við mær hugsað um alt tað, sum Ólavur lærdi okkum og enn stendur fyri, nú hann er farin.

Í lívinum eiga vit at læra av hvørjum øðrum, um hvussu vit skulu liva saman her í samfeløgum, bólkum og høpum. Og knapt fýra ár í býráðspolitikki merkja nógv samskifti og samstarv við tínar starvsfelagar sum fólkavald.

Og tó, so sita vit nú og spyrja, um vit nú nýttu tíðina rætt, um vit fingu alt burturúr, um vit góvu tí virðismikla gætur, um vit góvu tær rósur, vit áttu, meðan lív var.

Góði Ólavur, eg fari at sakna teg til seinastu fundirnar í Byggi- og býarskipanarnevndini í hesi setuni. Tín vitan og títt gløggskygni hava verið góð akker í mongum avgerðum – smáum sum stórum.

Eg vildi ynskt, at tú kundi hildið fram við býráðsarbeiðinum leingi.

Og saknurin verður stórur hjá okkum øllum í økinum, tí tú vart allastaðni ímillum okkara og varðarnir eftir teg eru sjónligir.

Tær verkætlanir í kommununi og í Leirvík, sum tú sást fyri tær fóru at bøta um gerandisgongdina hjá bygdafólkinum – tær hava vit ábyrgd av at taka við okkum í framhaldandi arbeiðinum at røkja og menna bygdina – og kommununa alla.

Tú vart tann politikkarin, sum veruliga hevði fingurin á pulsinum á tínum øki og kundi gera vart við mong viðurskifti hvønn dag, tí tú vart so kvikur, eldhugaður og arbeiðssamur.

Títt íkast var so breitt, tí tú fevndi m.a. um vinnu, íverksetan, teknisk mál, umhvørvi, fríðkan, eldraøkið og sosialmál – bæði sum politikkari, men eisini saman við familju tíni á nógvum frontum.

Góða Eyðvør, orð eru fátøk, tí eg minnist tykkum bæði heilt frá fyrstu tíð míni í Leirvík sum eitt sterkt og fyrimyndarligt par, og tað er ómøguligt at lýsa sorg og pínu tína av missinum.

Rómbrævið uggar og sigur, at “Andin sjálvur biður fyri okkum við suffum, ið ikki kunnu sigast”.

Viðhvørt kemur skaldskapurin okkum til hjálpar, sum tá Lina Sandell yrkir: “Bert ein dag, eitt bil í senn eg fái”, hetta, at vit kunnu loyva okkum einans at orka eitt lítið bil í senn – tí vit vita, hvussu tungar sjálvt tær smáu løturnar eru hesar dagar.

Í føroysku týðingini sigur sangurin eisini “Hann sum faðirsinn og hjarta hevur” og tað er troystin til tykkum: Magnus, Elin, Ninna og Jákup, at Harrin er har sum ein faðir, nú tit mistu tykkara. Hann kennir tykkara sorg og veit um stóra tómrúmið og sigur” Eg skal ikki lata tykkum faðirleysar eftir.”

Ærað veri minnið um Ólav F. Olsen

Hanna Jensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo