Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Oljuprísurin er nógv hækkaður seinastu vikurnar.

Oljuprísurin er nógv hækkaður seinastu vikurnar.

Túsund litrar av gassolju kosta nú 6.150 krónur sum eru smá 13% meira enn í november.

Magn hevur justerað sínar prísir í dag, og hitt oljufelagið, Effo, gjørdi tað beint frammanundan.

Ein skjót samanteljing av prísum, sum eru at finna á heimasíðunum hjá oljufeløgunum, vísir, at seinasti botnurin í prísinum var at finna síðst í november í fjør. Tá kostaðu 1.000 litrar av gassolju 5.450 krónur. Fyrst í desember hækkaði prísurin upp í 5.575 krónur, og síðani er hann hækkaður 6 ferðir. Prísurin er við øðrum orðum hækkaður smá 13% hesar báðar mánaðirnar.

Janus Thomsen, stjóri í Effo, sigur við VP, at tað eru korona elvdu útsvingini í prísinum á ráolju á heimsmarknaðinum sum gera, at okkara prísir førka seg.

- Eg havi júst hugt eftir, hvat greinarar siga, og tað tykist sum at prísurin nú hevur funnið eina legu sum er umleið 55 dollarar fyri tunnuna. Passar tað, so stabiliserar prísurin hjá okkum seg eisini nú, sigur Janus Thomsen sum tó leggur afturat, at tað er trupult at siga nakað við vissu.

- Tað er fjáltur á marknaðinum, og tann optimisman sum er nú kann skjótt hvørva um tað eitt nú ikki gongst eftir ætlan við at koppseta fyri koronu.

Hóast stórar hækkingar seinastu vikurnar, so er kortini eitt fitt petti eftir upp har sum prísurin var áðrenn korona gjørdi at marknaðurin kollapsaði. Um hesa tíðina í fjør kostaðu 1.000 litrar av gassolju góðar 1.000 krónur meira enn teir gera í dag.

Oljuprísurin er nógv hækkaður seinastu vikurnar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo