Lán skal koma læandi aftur
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Eg blívi so hoyyyyt um hjartað, tá eg hugsi um báðar ommur mínar. Ritommu og Lambommu, sum búðu í Rituvík og Lamba.

Felags fyri báðar ommurnar hjá mær er, at tær vóru “verðins besta omma”.

22.august í ár hevði Ritomma blivi 100 ár, um hon var á lívið. Og 22.august í ár fekk Lambomma frið. Ótrúðliga spesielt fyri meg, at tað skuldi vera ein og sama dag.

Báðar hava tær havt ómetaliga nógv at týtt fyri meg. Ritomma búði við síðurnar av hjá okkum, og eg ELSKAÐI at koma inn til hana dagliga. Líka mikið um tað var at siga “Hey”, fáa “kaffi”kaku, eitt stykki av sjokulátu, binda, spæla, hoyra søgu, ninast ella okkurt annað.

Omma var ALTÌÐ klár og hon var ALTÌÐ inni. Um hon ikki var inni, kanska 1 til 2 ferðir um árið, so hekk lykilin. Ritomma segði næstan ongantíð nei, og tá okkurt var, sum hon orkaði illa, so royndi hon allíkavæl.

Lambomma var mín “unga” omma. Hon segði enntá “tygum” við Ritommu.

Hon var tann coola omman, sum kundi finna uppá sovorit kúllaligt og annaðleiðis. Tað var so
stuttligt at sita í køkinum hjá Lambommu og tosað í radio við Lambabba, tá hann var úti við “Strúki” og rópa yvur radioi: “Hoyrir tú meg?”.

Tá eg var lítil, plagdi eg at slanga mær við ommu aftaná døgvera, og hon fortaldi søguna um “Reyðhettu”. Eg kenni ongan sum kláraði at fortelja ta søguna sooooo langdrigdna sum Lambomma.

Søgan var altíð so lang og full av detaljum, at eg altíð sovnaði áðrenn hon var liðug.

Tá eg bleiv størri var tað hæddarpunktið tá omma fór at slanga sær, og abbi fór biltúr, tí tá slapp eg at hyggja eftir parabol, tí tað høvdu vit ikki heima.

Eg hugsaði ofta um, at tað var stuttligt at ommur kundu vera so ymiskar, tí ommur vóru ommur og áttu at vera orduliga ommuligar. Ritomma var tann “gamla”, men hon svav ikki um dagin, men tað gjørdi Lambomma.

Ritomma gekk bara í kjóla og fyriklæðir, men Lambomma gekk bara í buksum. Eg helt ikki at Lambomma var serliga ommulig, tí ommur ÁTTU at vera í kjóla og fyriklæði :)

19.maj 2008 andaðist Ritomma, 92 ára gomul. Hon var gomul og metta av døgum, og gleddi seg at sleppa heim til Ritabba.

Hann doyði í Januar 1997. Lambabbi doyði 20. maj 2008, dagin eftir Ritommu.

Eftir siti eg við nógvum ótrúðliga góðum, kerligum, stuttligum, positivum minnum, sum eg goymi í hjartanum. Og tað er mangan at eg við tárum í eygunum fortelji mínum børnum frá hvussu teirra langommur og langabbar vóru.

Í hjartanum goymd aldri gloymd!

Hvíl í friði!

Elin Eliassen, ommudóttur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo