Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til fyrispurning frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, um persónlig sambond og flyting av feløgum í viðgerð og avgerðum um játtan til kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir

Spurningar:
1. Kann landsstýrismaðurin vátta ella avsanna, at tingfólk í samgonguni og/ella landsstýrisfólk hava verið persónliga uppi í umsóknum til vinnuligar royndir og verkætlanir, harundir ítøkilig skipakeyp og ískoytiskvotur?

2. Kann landsstýrismaðurin vátta ella avsanna, at tingfólk í samgonguni og ella/landsstýrisfólk hava nærstandandi (skilmarkað sum í fyrisitingarlógini), sum eru uppi í umsóknum til vinnuligar royndir og verkætlanir, harundir ítøkilig skipakeyp og ískoytiskvotur?

3. Kann landsstýrismaðurin vátta ella avsanna, at tingfólk í samgonguni hava verið advokatar ella í sínum privata arbeiði ella ognarviðurskiftum annars hava havt ávirkan á umsóknir?

4. Um svarið er játtandi, hvørji persónlig, vinnulig ella ognarlig sambond er talan um?

5. Kann landsstýrismaðurin vátta ella avsanna, at eitt av feløgunum, ið hevur fingið játtan til skipakeyp, fyrst varð skrásett í Tórshavn, og síðan flutt til Vágs, langt eftir, at umsóknir skuldu verið inni?

Svar:
Eg loyvi mær at svara øllum spurningunum undir einum.

Eg kenni einki til, at tingfólk í samgongu ella andstøðu hava verið uppií umsóknum, hvørki so ella so. Eg havi heldur ikki heft meg við, hvar feløgini hava verið skrásett, og um skrásetingin er broytt.

Kunnast kann um, at tá Fiskimálaráðið móttók umsóknina frá felagnum, ið spyrjarin helst umrøður, er upplýst í umsóknarskjalinum, at felagið er heimahoyrandi í Vági.

Eg eri heldur ikki vitandi um, at tingfólk í samgonguni, sum eisini er advokatur í sínum privata arbeiði, hevur verið advokatur hjá umsøkjarum.

Eg eri kortini, við grundarlagi í almennari vitan, kunnugur við, at einstakur løgtingsmaður hevur eitthvørt tilknýti til eitt felag, sum hevur søkt um og fingið játtað kvotu til vinnuligar royndir og verkætlanir. Somuleiðis eri eg vitandi um, at ein leiðandi persónur á ávísum fiskavirki, sum hevur fingið játtað kvotu, er bróður ein løgtingsmann.

Eg havi hoyrt í almenna rúminum, eg minnist ikki hvar, at ávísur løgtingsmaður er systkinabarn ein av umsøkjarunum. Um hettar er so, veit eg ikki.

Samband millum umsøkjarar og løgtingsmenn hava tó á ongan hátt havt ávirkan á mína viðgerð og niðurstøðu í hesum máli.

Jacob Vestergaard
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo