Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fríggjadagin hevur Faer Isles Distillery í Vestmanna "ársaðalball", sum er ein ótraditionell roynd at samantvinna ársaðalfund við at fagna og njóta vørurnar og felagsskapin millum mongu partaeigararnar hjá felagnum.

- Eftir tvey umfør av altjóða hópfígging (í 2021 og 2023) hevur Faer Isles Distillery nú fleiri enn 1000 partaeigarar í 31 londum. Harav er helmingurin føroyingar, so tað svarar til knøpp 2% av øllum vaksnum føroyingum, sigur Dánjal Hoydal, stjóri. 

- Ársaðalballið verður tí hildið bæði á staðnum og á netinum, har teir mongu útlendsku partaeigararnir eisini kunnu luttaka, sigur hann.

Sjálvur aðalfundin er sum vera mann bara fyri partaeigarar, men frá kl. 17 verða hurðarnar opnaðar fyri almenninginum eisini við millum annað live tónleiki.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo