40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Tað vóru boð eftir Jordan Pickford í enska málinum í fyrra hálvleiki, men eftir at Jordan Henderson hevði lagt Ongland fram um 1-0 í 38. minutti, var klassamunur á liðunum.

Jude Bellingham, Phil Foden, Bukayo Saka, Harry Kane og hinir á enska liðnum vóru alt ein alt ov stórur biti hjá senegalesarum at svølgja, og Ongland vann ein trivaligan 3-0 sigur.

Tað er næstan bara Brasil av teimum luttakandi londunum í HM, sum hevur ein líka sterkan bonk sum Ongland. Tá Bukayo Saka og Phil Foden vórðu skiftir út í seinna hálvleiki, komu Marcus Rashford og Jack Grealish á vøllin.

Jude Bellingham var besti leikarin hjá Onglandi, og hann átti næstsíðsta fótin á 1-0 málinum og triðsíðsta fótin á 2-0 málinum.

Ongland hevur við sigrinum í kvøld leikt seg víðari í fjórðingsfinaluna, har Frakland bíðar. Ongland-Frakland bresta saman næsta leygarkvøld klokkan 19.

Ongland-Senegal 3-0 (2-0)
1-0: Jordan Henderson, 38
2-0: Harry Kane, 45+3
3-0: Bukayo Saka, 57

Sí hæddarpunkt her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo