Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Dysturin um fólkatingssessirnar er í hæddini og sambært síðstu veljarakanning eru fleiri, sum ikki hava tikið støðu til, hvønn tey fara at velja. Eisini eru nógv, sum ikki ætla sær á val.

Síðsta veljarakanningin hjá Spyr.fo er ikki góður lesnaður fyri fólkaflokkin, men vit missa ikki mótið av eini veljarakanning. Hetta setir okkum enn meir upp til dystin. Vit hava sæð fyrr, at veljarakanningar ikki geva rætta mynd. Tær eru bert ein løtumynd.

Allar súðir eru langtfrá syftar enn. Dysturin er ikki lokin, fyrrenn valhølini lata aftur.  

Mangur kappróður er ikki avgjørdur fyrrenn í síðstu tøkunum í endaspurtinum og mangur fótbóltsdystur er ikki avgjørdur fyrrenn í tíðini, sum dómarin hevur lagt aftrat.

Eg eri  sannførd um, at enn sum áður hevur fólkaflokkurin besta politikkin fyri allar føroyingar – eisini til hetta fólkatingsvalið. Tí er altavgerandi, at allir fólkafloksveljarar kring alt landið fara mannsterkir á val og velja fólkaflokkin, ella eitt av valevnum hansara.

Latum  okkum sláa ring um flokkin og koma aftur til røturnar og verja grundsjónarmið  floksins – eisini  til hetta fólkatingsvalið. 

Fólkaflokkurin verjir frælsið hins einstaka  –  herundir  eisini frælsið til  sjálvur at hava ræðið yvir størsta partinum av sínum ofta súrt  tjentu pengum - og ikki umvent. Tað skal løna seg at arbeiða eyka, og tað skal løna seg at gera íløgur, skapa virksemi og arbeiðspláss og framburð. Tað skal løna seg at ganga undan og vera íverkseti. Soleiðis skapa vit eitt burðardygt vælferðarsamfelag. Hetta er góður fólkaflokspolitikkur og hvør einasta atkvøða fyri honum ger mun – eisini til eitt fólkatingsval. 

Tað er sjón fyri søgn, at okkara politikkur byggir land. Latum okkum seta prís uppá hetta.

Ein serlig áheitan á tykkum ungu, sum skulu velja fyri fyrstu ferð. Farið á val og veljið fólkaflokkin. Og til tykkum, sum ikki ætla sær á val. Vælsignaði sitið ikki heima, men  farið á val og veljið fólkaflokkin.

Sjálv hevði eg sett stóran prís uppá hvørja einastu atkvøðu fyri mær persónliga.  

X  við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo