Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Høgni Hoydal, løgtingsmaður
Svarari: Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Evni: Um skattamál viðvíkjandi Samherja

Spurningar:
1. Hvat er hent í málinum um skatt hjá útlendska reiðarínum Samherja, har føroysk feløg og FAS-skipanin vórðu brúkt til at sleppa undan skatti uppá 17 mió. krónur?

2. Hvør er órættaður, og er endurgjald goldið til órættaðar partar?

3. Hvør revsing er framd mótvegis reiðarínum fyri at bróta skattalógina?

4. Finst dømi um nakran vanligan borgara, sum ikki verður revsaður, tá ið tað er staðfest, at tey hava brotið skattalógina?

Viðmerkingar:
Í mars mánað 2021 varð staðfest alment, at útlendska reiðaríið Samherji hevði brúkt føroysku skattaskipanina og FAS-skipanina at gjalda sjófólki í Namibia hýru, og hevði harvið fingið skattaafturbering av órøttum fyri 17 mió. kr.

Nú hálvt annað ár eftir, er onki frætt um nakra revsing.

Tí verður landsstýrismaðurin biðin um at greiða Løgtinginum frá, hvat er hent í málinum.

Undirritaði setti tann 7. september 2022 landsstýrismanninum somu spurningar sum teir omanfyri, men tá sum munnligan fyrispurning eftir § 52 í Tingskipanini.

Landsstýrismaðurin svaraði tá frá tingsins røðarapalli, at hetta eru spurningar, sum hann ikki kann svara uppá, tí at § 151 í skattalógini forbjóðar honum innlit í slíkt, sum spurt varð um, og at hann tí als ikki fekk svarað hesum fyrispurningi.

Undirritaði gjørdi tá greitt, at hann hevði fulla virðing fyri, at landsstýrismaðurin er forðaður í at fara inn í einstøk skattamál, men at hann hevði ilt við at góðtaka svarið um, at landsstýrismaðurin ikki kann biðja um upplýsingar frá TAKS um, hvar hetta málið liggur, ella at biðja embætisfólkini spyrja ákæruvaldið.

Undirritaði gjørdi síðani greitt, at hann eisini fór at seta fyrispurningin til landsstýrismannin skrivliga. Landsstýrismaðurin segði eisini, at undirritaði kundi seta spurningin skrivliga, fyri at fáa tað svarið, sum er møguligt at fáa tann vegin.

Á Løgtingi, 16. september 2022
Høgni Hoydal

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo