40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Open Doors Føroyar: Tann 6. februar bórust tíðindini um, at harðasti jarðskjálvtin í meira enn 100 ár hevði rakt Turkaland og Sýria. Myndirnar frá londunum hava víst okkum, hvussu ræðulig støðan er.

Open Doors Føroyar byrjaði alt fyri eitt, at hava eina innsavnan fyri fólkunum í rakta økinum. Góðar tríggjar vikur seinni hava føroyingar stuðlað við 270.000 kr. Ibrahim, ið er prestur í Sýria, fegnast yvir peningin, ið er savnaður inn í Føroyum. Hann sigur, at nú fjølmiðlanir byrja at tagna, byrjarar veruliga arbeiðið hjá teimum, at byggja jarðskjálvtarakta økið uppaftur.

Open Doors Føroyar hevur gjørt av at nýta allan peningin, ið er komin inn, í Sýria. Open Doors hevur drúgvar royndir í landinum, og tí kundu vit frá fyrsta degi hjálpa 7.000 fólkum. Tey flestu av hesum fólkunum, sum fingu skjól í 16 kirkjum, eru nú flutt á hotell, til familju ella farin aftur til síni heim, sum eru mett at vera trygg.

Jarðskjálvtin rakti serliga hart Latakia og Aleppo. Open Doors veitir hjálp til 25.000 fólk í hesum økinum. Langtíðarætlanin er at hjálpa 200.000 fólkum í øllum Sýria. Hetta megna vit, tí vit hava økt vónardeplarnar frá 160 til 287 í tali.

Stuðulin, ið føroyingar hava veitt, verður millum annað brúktur til:
- Mat
- Heilivág og reinførishjálp, ið verður veitt gjøgnum heilsustøðir á vónardeplunum.
- Umvæling av húsum og fyribils húsaleiga hjá 1.000-2.000 familjum, ið hava mist heimið.
- Traumaviðgerð
- Skeið í, hvussu ein finnur meining aftur í lívinum eftir eina slíka hending. Skeiðið er grundað á Bíbliuna.

Takk fyri forbøn og stuðulin til fólkini í Sýria.

Tú kanst framvegis hjálpa við at flyta 300 krónur á 6460 6058169 – viðmerk “jarðskjálvti”.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo