Nøkur hava etið meira enn tey hava upplivað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Umhvørvismálaráðið hevur sent eina kunngerð til hoyringar, har ætlanin er at seta bann fyri oljufýringum í nýggjum bygningum frá 1. januar 2024. Felgasskapirnir FNU (Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag) og Veðurlagslóg NÚ! hava skrivað eitt hoyringssvar, har tey siga, at kunngerðin er ov lin, og tey mæla tí til, at hon skal ikki bara galda fyri nýggj hús, men fyri øll hús í Føroyum.

Tað vil siga, at eisini gomul hús skulu fáa álagt at skifta oljufýringina út við aðra hitaloysn innan 2030.

Sjálvur taki eg fult undir við grøna orkuskiftinum, men tað sum vit gera má vera realistiskt.

At áleggja øllum føroyingum at leggja um til varandi orkuloysnir innan 2030, er púra burturvið.

Tað eru umleið 19.000 húski í Føroyum. Nógv av teimum hava hitapumpu, jarðhita ella fjarðhita.

So um vit siga, at 12.000 hús hava oljufýring, og tí skulu skifta til aðra hitaskipan í tíðarskeiðinum frá 2024 til 2030, so sær roknistykkið soleiðis út:

Tað eru 6 ár frá 1. januar 2024 til 1. januar 2030. Tað eru umleið 220 arbeiðsdagar í einum ári, so handverkararnir fáa umleið 1.320 arbeiðsdagar til at skifta allar oljufýringarnar í landinum. Hetta merkir, at 9 oljufýringar skulu takast niður og nýggjar hitaskipanir setast upp hvønn einasta arbeiðsdag í 6 ár (hetta er umframt tað sum skal setast upp í nýggjum húsum).

Her má eisini takast við í roknistykkið, at tú kanst ikki bara seta hitapumpur upp í øll gomul hús, tí nógv av teimum eru illa bjálvað, og tí klárar ein hitapumpa ikki at halda tey heit.

So eisini har skal eitt stórt forarbeiði gerast.

Skulu øll hesi húsini hava jarðhita, so skulu borast tilsamans millum 1.200 og 3.600 km av jarðholum (svarar til millum tvær og seks ferðir longdina á Norra) tey næstu seks árini.

Borast skulu millum 900 og 2.700 metrar um dagin.

Samlaða skuldin hjá sethúsaeigarum fer at vaksa við nógv meira enn einari milliard – og við so stórum eftirspurningi fara prísirnir á hitaloysnum eisini at hækka munandi.

Hetta er fullkomiliga órealistiskt.

Alt gott um tað at hugsa stórt og grønt, men vit mugu vera realistisk.

Helgi Abrahamsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo