Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Stjórnin í Libanon valdi í síðstu løtu at geva boð um at bíða við at flyta klokkuna til ramadan høgtíðin, sum varar í ein mánaða, er av. So kunnu landsins muslimar gevast við at fasta ein tíma fyrr enn annars.

Men tað fall ikki í góða jørð hjá landsins kristnu borgarum, sum valdu at halda fast við at flyta klokkuna tá tey vanliga gera tað - sum var í gjár.

Nú siga tey í Libanon, at tey hava kristna tíð og muslimska tíð.

Tey atfinningarsomu siga, at hetta er sera óheppið og er við til at vaksa um polariseringina ímillum tey kristnu og muslimarnar í landinum.

Grundlógin í Libanon sigur, at forsætisráðharrin skal vera sunnimuslimur, formaðurin í tjóðartinginum skal vera shiamuslimur og forsetin skal vera kristin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo