Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: - Uttan øll hesi, sum geva sítt íkast til arbeiði í eitt nú samkomum, innan ítrótt, mentan, hjálpararbeiði, innan felagslív og politikk, var neyvan liviligt her á landi. Vit í Havnar Bjargingarfelag eru errin av at vera partur av hesum bólki, og síggja vit tríggir hetta herðaklappið, sum vit her fáa í dag, sum eina viðurkenning av arbeiðnum hjá okkum øllum.

Tá teir tríggir Jens Hansen, Edvard Kjeld og Heini Eysturoy, í gjár vórðu heiðraðir fyri teirra virksemi fyri Havnar Bjargingarfelag, takkaði Heini Eysturoy fyri heiðurin vegna teir tríggjar.

- Satt at siga so var mín fyristi tanki at takka nei til hesa viðurkennnig – og eg hugsi at somu hugsan høvði Jens og Edvard - men eftir stutta umhugsunartið kom eg eftir, at hendan viðurkenning ikki bert er ein viðurkenning av tí, sum vit tríggir hava avrikað í Havnar Bjargingarfelag.

- Fyri meg er hetta eisini ein viðurkenning av tí arbeiði, sum tey, sum undan eru farin, hava avrikað, síðani Havnar Bjargingarfelag varð sett á stovn í 1957 - og síðani hava myndað felagið, eitt nú Guttorm Eysturoy og nógv onnur, ikki minst tey, sum eru virkin í dag.

- Sjálvboðið ella ósjálvsøki arbeiði innan so at siga øll øki, er sannlíkt límið, sum heldur okkara samfelag saman.

- Uttan øll hesi, sum geva sítt íkast til arbeiði í eitt nú samkomum, innan ítrótt, mentan, hjálpararbeiði, innan felagslív og politikk, var neyvan liviligt her á landi. Uttan øll hesi túsundir av óløntum og sjálvbodnum, ósjálvsøknum fólkum, sum nýta part av síni frítíð, uttan at gáa um, hvat liggur eftir fíggjarliga, høvdu vit neyvan havt hetta góða samfelagið.

Tað byrjaði við íslendskum kvinnum
- Vit í Havnar Bjargingarfelag eru errin av at vera partur av hesum bólki, og síggja vit tríggir hetta herðaklappið, sum vit her fáa í dag, sum eina viðurkenning av arbeiðnum hjá okkum øllum.

- Tað er nokk so áhugavert, at tað í botn og grund vóru kvinnur, íslendskar kvinnur, sum løgdu lunnar undir møguleikarnar hjá Havnar Bjargingarfelag at veita hjálp til sjófólk í havsneyð.

- Hetta var eftir at Godanes fór á land á Flesjunum í 1957 at hesar kvinnur savnaðu inn pening til at úvega bjargingarútgerð at senda til Føroyar. Hendan bjargingarúgerð kom til Føroyar í nøkrum trækistum, sum enn eru í felagnum.

- Nøkur av teimum fyrstu minnunum, eg havi úr Havnar Bjargingarfelag - helst fyrst í sjeytiárunum - eru frá aðalfundum í hølunum í Havnar Bjargingarfelag, har bátagelagið nú er, rundan um kistunar úr Íslandi.

- Tá var nokk ikki so nógv virksemi sum í dag. Men eg minnist frá hesi tíðini onkrar hendingar, sum til dømis yvirsvimjing av altjóða skótalegu í Havnadali, har vit brúktu ein gummibát at bjarga skótum og útgerð yvir um ánna.

- Eg minnist eisini eldsbrunan hjá Mikkjali Helmsdal, har vit hjálptu sløkkiliðnum/løgregluni, m.a. við avsperring, spreingivanlukkuna á Dalavegnum, druknivanlukku í Vágsbotni, ódnarveðrið í 1984 – eg giti at tað var tá, at Edvard og Jens komu upp í felagið. Og so vóru nógvar leitingar á landi og sjógvi.

Eitt sera virkið felag
- ”This is our finest hour” segði Winston Churchill í bretska parlamentinum í 1940, tá ið harðast leikaði á, svartast sá út og roknað varð við innrás frá týskinum. Við hesum vildi Winston Churshill vissa bretska fólkið og parlamentið um, at vónin var enn at vinna kríggið.

- Havnar Bjargingarfelag, sum í dag er eitt sera virkið felag, hevur eisini veri har, at tað mundi doyð út. Tá vóru tað teir báðir, Jens og Edvard, sum bjargaðu útgerð, sum kundi brúkast, nógv fór í garasjuna hjá mammu Edvard, er mær sagt. Eisini kisturnar úr Íslandi vórðu bjargaðar.

- Tað skal vera mín vón, at vit ikki aftur koma í ta støðu, at vit enda á gøtuni, og at virksemið hjá Havnar Bjargingarfelag fer fyri bakka.

- Pláss er fyri øllum í Havnar Bjargingarfelag, ungum sum gomlum, høgum sum lágum, kvinnum og monnum. Í dag eru tvær kvinnur í nevndini og forkvinnan. Her eru vit øll luttakandi á jøvnum føti, at hjálpa øðrum, ið hava tørv á tí.

Tá Bumman fekk nýggja mjødn
- Ein av okkara eldru limum var Brynjálvur Jepsen sáli, eisini nevndur Bumman. Hann mundi vera virkin í felagnum alt sítt lív, og gjørdist eisini heiðurslimur.

- Eg má líka nevna eina góða, sum eg havi upplivað saman við Brynjolvi. Fyri nøkrum árum síðan hjálptu vit til at skipa ferðsluna í sambandi við Tórshavn Marathon. Eg ringdi til Brynjolv at spyrja, um hann vildi vera við aftur.

- Í skemti helt eg fyri, at eg hugsaði at fáa hann at renna frammanfyri. Tá svaraði hann: ”Eg havi akkurát fingið nýggja mjødn, so tað liggur ikki fyri, men eg kann hjápa til við onkrum øðrum”. Ja, hann kundi svara fyri seg.

Fjøltáttað virksemi
- Tórshavnar kommuna hevur í dag eitt sera væl virkandi sløkkilið, har eisini ein partur eru sjálvbodnir brandmenn og -kvinnur, sum eisini hava bundið seg til at vera tøk dag sum nátt.

- Vit í Havnar Bjargingarfelag eru sera errin av at kunna veita eina hjálpandi hond til tykkum í kommununi, tá ið á stendur, og eru sera takksom fyri tykkara hjálpsemi og hjálp, eitt nú við útkalliskipanini.

- Útkalliskipanin ger, at vit hava eina sera góða responstíð í sambandi við eitt nú úkall til leiting & bjarging, sleip - og ikki minst til sjúkraflutning úr Nólsoy, har tað onkuntíð stendur um lív. Oftast er tað soleiðis, at báturin Rescue Lív, er klárur at loysa, áðrenn sjúkraflutningstænastan er komin umborð. So verður tað ikki betur.

- Virksemið hjá Havnar Bjargingarfelag er í dag ser fjøltáttað:

- Fjallabjargararnir eru eitt servant lið at hjálpa fólki - og onkuntíð fæi - sum eru komin illa fyri í fjøllunum og í bjørgunum. Hesi hava serútbúgving á altjóða støði og eru limir í altjóða felagssskapi. Væntast og vónast kann, at teirra førleikar verða brúktir meiri kring alt landið; sannlíkt eisini uttanlands. Eisini her eru eldsálir, sum dríva verkið. Takk til tykkum fyri tað.

- Dronuverkætlanin, har Jens eisini er primus motor, hevur serútgjørda dronu við eitt nú hitasøkjandi kamera, til at leita eftir fólki. Og í sambandi við eldsbrunar og hendingar, har tørvur er at skapa yvirblikk, t.d saman við løgregluni. Til hesa dronuna er eisini ein serinnrættaður bilur - okkara NASA - har til ber at sita inn og stýra og fylgja við. Til ber at senda myndir beinleiðis til eitt nú løgregluna. Nógvir limir í HBF hava tikið dronuskipara-útbúgving.

- Radioverkætlanin er eitt samstarv við Radioamatørarnar. Upprunaliga komu ein rúgva av radiotólum úr Hollandi, har Poliite - tað eitur tað í Hollandi - skuldi skifta út sína radioskipan. Heldur enn at senda hesi radiotól til Afrika, har vandi var fyri at tey fóru at verða brúkt til lógarbrot og kríggj, fekk Jens sannført teir um at senda tólini til Føroyar. Í dag kunna allir innsatsir gera brúk av hesum, tá ið annað ikki virkar, ella hendingarnar eru avsíðis.

- Rescue Lív, sum Jens og Edvard eisini sjósettu fyri nógvum árum síðani, og sum í dag er undir trygga veingjabreiðinum hjá eldsálunum Michael og Magna, er saman við Rescue SARU, Eyð og Jens eitt risa stórt aktiv, tá ið umræður sjóbjarging, sleiping, sjúkraflutning og eisini eldsløkking, bæði á sjógvi og landi. Lív fer seinni í mánaðinum til Svøríkis at verða dagførd, fáa eitt nú nýggjar motorar, eins og brúgvin verður innrættað av nýggjum.

Tøkkir 
- Her at enda skal eg enn eina ferð takka Tórshavnar kommunu fyri stuðulin til Havnar Bjargingarfelag, sum er grundarlagið undir virkseminum, og harvið trygdini hjá okkum øllum.

- Ein bólkur, sum onkuntíð verðu gloymdur, eru tit makar, sum sita heima við familjuni, tá ið vit onnur eru úti til uppgávur og venjing. Uttan tykkara stuðul var hetta okkara arbeiði ikki gjørligt, so ein stór tøkk til tykkum.

- Enn einaferð takka fyri heiðurin og takk fyri viðurkenningina av okkum øllum, segði Heini Eysturoy at enda.

- Eftir hátíðarhaldið á Ráðhúsinum fóru teir tríggir oman á Bursatanga, har alt, sum kundi krúpa og ganga úr Bjargingarfelagnum, varð komið saman at heiðra teir tríggjar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo