Kann vera, at mínir pengar ikki gera meg eydnusaman. Men um tú ert ólukkuligur, so hjálpir tað at eiga nógvar pengar
- Simon Spies

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

OY Voxbotn 2023: Ein heimstjørna kemur aftur! Hansara konsert á Voxbotn í 2016 var møguliga ein av bestu konsertunum sum hava verið á Voxbotn,  og tí máttu vit aftur í ár fáa hann við. 

Aftur í ár verður tað ein av teimum heilt stóru innan elektroniskan popp, sum fer at pumpa lív í fjøldina á Voxbotn 2023. Fyriskipararnir av Voxbotn avdúka í dag, at Otto Knows verður eitt av høvuðsnøvnunum á OY Voxbotn 2023, sum verður vikuskiftið 23. og 24. juni 2023.

Otto Knows er nokk ein av kendastu og heitastu DJ’arunum í løtuni og er frá somu fabrikk sum John Martin, Alesso, Avicii og Swedish House Mafia. 

Otto Knows bleiv heimskendur í 2012 við lagnum Million Voices, sum hittaði kring dansigólvini í Europa. Eisini hevur hann givið út nógv spældu løgini Next to me, Parachute og Dying for you, sum øll hava toppað hittlistar kring heimin.

Otto Knows hevur seinnu árini verið fastur gestur á Tomorrowland, sum er heimsins størsti elektroniski festivalur. Nú fáa so allir dansiglaðir føroyingar møguleika at uppliva Otto Knows í Vágsbotni, har hann fer at seta lív í. Og tað er eingin ivi um, at hetta er ein harri, ið kann fáa fjøldina á kók.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo