Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Árliga ovastevnan byrjar nú fríggjamorgunin við hópin av tiltøkum. Serstakt er sangleikurin “Kongsdóturin í Nólsoy”, sum verður framførdur á flakavirkinum, og kabarettin “Closed”, sum verður í Royndarhúsinum. Annars er sum vant svimji- og rennikapping.

Skráin byrjar í veruleikanum longu hóskvøldið, tá sangleikurin “Kongsdóturin í Nólsoy” verður frumspældur á flakavirkinum. Fríggjamorgunin byrjar so veruliga skráin.

Leygardagurin er stóri dagurin, sum byrar við morgundyppi á Malarenda. Rennikapping verður og eitt nú kann ein uppliva frásøgn um matmentan “Frá siðbundnari matmentan til Maud’sa køkshava”. Fleiri konsertir eru og tiltikna svimjingin um Nólsoyarfjørð verður tíðliga seinnapartin.

Sunnudagin er skráin meira avslappandi, men tiltøkini halda fram mánadagin og endað verður við kabarettini “Closed” í Royndarhusinum.

Sí annars skránna niðanfyri:

Hósdagin 10. august
17:00     “Kongsdóttirin í Nólsoy”, sangleikur frumframførdur á flakavirkinum, 150kr - útselt

Fríggjadagin 11. august
09:30    Matvørubúðin er opin til kl. 19:00
13:00    Kunningarstovan/Neystkafé er opin til kl. 19:00
13:00    Maggie’s er opið til kl. 23:45
14:00    Heimavirkið er opið til kl. 17:00
14:00    “Kongsdóttirin í Nólsoy”, sangleikur framførdur á flakavirkinum
17:00    “Kongsdóttirin í Nólsoy”, sangleikur framførdur á flakavirkinum
19:00    Tjaldið á keiini er opið til kl. 03:45
20:00    Kabarettin “Closed” í Royndarhúsinum, atgongumerki 150 kr
20:30    Andakt í kirkjuni við Hanusi Pál Jógvanson, presti
21:30    Ovastevnu Quiz við Karlot í tjaldinum á keiini
00:00    Feedback spæla í tjaldinum á keiini

Leygardagin 12. august
09:00    Matvørubúðin er opin til kl. 20:00
10:00    Morgundypp á Malarenda
10:30    Morgunsangur í kirkjuni við Emil Olsen, stiftspresti
11:00    Rennikapping úti á Veg fyri børn og vaksin, heiðursmerkjahandan aftaná
11:00    Heimavirkið er opið til á miðnátt, tó er stongt millum kl 13 og 15
11:30    “Frá siðbundnari matmentan til Maud’sa køkshava”. Uttanfyri hjá Maud
12:00    Grýturætturin hjá Maud fæst til keyps á keiini
12:00    Pylsuvognurin á keiini er opin til kl. 04:00
12:30    “Kongsdóttirin í Nólsoy”, sangleikur framførdur á flakavirkinum
13:00    Ljómur og Vágakórið v/ Benjamin Gaasedal hava konsert í kirkjuni
13:00    Kunningarstovan/Neystkafé er opin til kl 20
13:00    Maggie’s er opið til kl. 03:45
13:45    Svimjing um Nólsoyarfjørð – fyrsti svimjarin væntast í Nólsoy uml. kl. 15
14:00    Karlot Hergeirsson setir stevnuna á keiini, Havnar hornorkestur spælir
14:30    Listaframsýning í gamla pakkhúsneystinum
14:30    22B á Glasi hevur café í erva í Avhaldshúsinum
14:00    7D biografur úti á Veg, kostnaður 50 kr
15:00    Bygdasavnið við Brunn er opið til kl. 18:00 – kostnaður 50 kr.
15:00    Barna- og familjutiltak á Malarenda
15:00    Barnabasarur – børn selja úti á Veg
15:00    Tarira hevur konsert í kirkjuni, Bernharður Wilkinson stjórnar
15:00    Tjaldið á keiini er opið til kl. 03:45
15:00    Spæliplássið á Látrinum er opið til kl 18:00
15:00    Ræstkjøtaburgarin fæst til keyps úti á Veg
15:00    Boing-bóltar á Mýrini
16:00    “Kongsdóttirin í Nólsoy”, sangleikur framførdur á flakavirkinum
16:00    Fuglafjarðar sangkór hevur konsert í kirkjuni, Heðin Kambsdal stjórnar
16:30    Barnaundirhald á keiini – gyklarin Ásbjørn
17:00    Frelsunarherurin hevur útimøti á keiini
17:00    Tórshavnar manskór hevur konsert í kirkjuni, Hanus Joensen stjórnar
18:00    Heiðursmerkjahandan til svimjarar á keiini
18:00    Kabarettin “Closed” í Royndarhúsinum, atgongumerki 150kr
18:00    Kórhugnaløta undir Botnagarði, vit syngja úr ”101 kórsangur”
19:00    Herborg Torkilsdóttir, tónleikaframførsla á keiini
20:00    Kabarettin “Closed” í Royndarhúsinum, atgongumerki 150kr
20:00    Kim Hansen, spælir á Maggie’s, ókeypis atgongd
21:00    Maria og Ronny, tónleikaframførsla á keiini
22:00    Felagssangur við fylgispæli á keiini
23:00    Signar í Homrum og ROX spæla í tjaldinum á keiini
23:00    Føroyskur dansur í Avhaldshúsinum
23:00    Dansur í Royndarhúsinum við Martini Sømark og Finni S. Olsen, 100kr

Sunnudagin 13. august
12:00    Guðstænasta við Anne Mette Greve Klemensen, presti.
14:00    Kunningarstovan/Neystkafé hevur opið til kl 17:00
15:00    Maggie’s er opið til kl. 23:45
18:00    “Kongsdóttirin í Nólsoy”, sangleikur framførdur á flakavirkinum
20:00    Kabarettin “Closed” í Royndarhúsinum, atgongumerki 150kr

Mánadagin 14. august
13:00    Kunningarstovan/Neystkafé er opin til kl. 16:00
13:00    Matvørubúðin er opin til kl 17:30
13:00    Maggie’s er opið til kl. 23:45
14:00    Heimavirkið er opið til kl. 17:00
19:00    Kabarettin “Closed” í Royndarhúsinum, atgongumerki 150 kr

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo