Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jacob Vestergaard, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Sjúkraflutningstænastan í Sandoynni

Spurningar:
1. Hvussu verður sjúkraflutningstænastan í Sandoynni skipað í framtíðini?

Viðmerkingar:
Nú Sandoyartunnilin er latin upp, er óvissa um, hvussu sjúkraflutningstænastan í Sandoynni verður skipað í framtíðini.

Tænastan hevur verið skipað við sjúkrabili, staðsettum í Sandoynni.

Støðan var tann sama í Vágum, áðrenn Vágatunnilin varð tikin í nýtslu. Tá varð avgerð tikin um, at tænastan skuldi halda áfram, við sjúkrabili staðsettum í Vágum, og er tann skipanin galdandi enn.

Tænastan í Vágum er ein partur av sjúkraflutningstænastuni í miðstaðarøkinum, og kundi ein líknandi skipan verið galdandi fyri tænastuna í Sandoynni. Tað hevði verið ein styrki fyri samlaðu tilbúgvingina.

Á Løgtingi, 30. januar 2024
Jacob Vestergaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo