Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Kappingareftirlitið: Kappingarráðið tók á fundi tann 20. apríl 2023 avgerð um, at framferðin hjá P/f FT Samskifti var í stríð við §11, stk. 1 í kappingarlógini, tá felagið tann 25. apríl 2018 valdi at geva øllum verandi fartelefoni kundum og  nýggjum fartelefoni kundum, sum komu áðrenn 31. juli 2018, 100GB av dáta at brúka fram til árslok.

Hetta var gjørt fyri at tryggja at ein tænasta, sum P/f Nema hevði marknaðarført tann 18. apríl 2018, ikki skuldi fáa undirtøku á marknaðinum - hvørki millum kundar hjá FT Samskifti ella millum kundar hjá P/f Nema.

Kappingarráðið metir, at P/f FT Samskfti við hesi framferð hevur tikið onnur amboð í brúk enn tey, sum eru vanlig í kapping, í eini roynd at avmarkað úrvalið av tænastum á marknaðinum.

Átøk har tann marknaðarráðandi misnýtir sína makt til at ávirka útboðið á marknaðinum er brot á §11 í kappingarlógini.

Les avgerðina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo