Dirvi er tign undir trýsti
- Ernest Hemingway

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- “Eingi bróst eru eins” er ein týðandi áminning í stríðnum ímóti bróstkrabba. Bróstini síggja ymisk út og kennast ymisk. Tí hevur tað alstóran týdning, at vit øll kenna okkara egnu bróst væl og javnan kanna tey

Seinnapartin mikudagin 2. oktobur verður eitt spennandi tiltak í Norðurlandahúsinum, har eitt prát verður um eina landsfevnandi matarskipan í Føroyum

Alment hátíðarhald verður í Varpinum í Klaksvík, mikukvøldið 23. oktober kl. 19, tá Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, handar virðislønir landsins fyri 2024 til lista- og mentafólk

Ein politiskur meiriluti í Fólkatinginum vil minka um nøgdina av nikotini í snúsi. Útsjóndin á snúsdósunum skal eisini broytast

Dómurin hjá Føroya rætti, sum ein 21 ára gamal maður fekk fyri millum annað neyðtøku, stendur við. Hann er ikki appelleraður til Landsrættin. Maðurin fekk fimm ára fongulsrevsing, skrivar KVF

Hóskvøldið varð seinna hálvfinalan millum kvinnuliðini hjá NSÍ og HB á skránni, og nú er greitt, at tilsamans ellivu feløg verða umboðað í teimum íalt níggju steypafinalunum, sum verða á Tórsvølli í næstum

- Annar dagurin í EM í dart snúði seg um tvímansleik. Føroyar høvdu tvey pør við. Føroysku leikararnir hava allir nakað av altjóða royndum, men eru ikki so vanir við at spæla so nógv í tvímansleiki á hesum støðinum

- Føroyar eiga at halda áfram at kanna og bora eftir olju, tá hetta kann gerast ein langtíðar inntøka, sum kann vera grundarlag fyri fíggjarligum sjálvbjargni og menning

Ódnin Helena er nú ein katagori 4 ódn

- Vitlíki (AI, Artificial Intelligence) er ein av størstu tøkni­menn­ingunum, sum okkara samfelag stendur yvirfyri

- Í ár er evnið friður, mál fyri friði. Evroparáðið sigur, at óansæð aldur og skúlagongd, eiga fólk í Evropa at læra fleiri mál

Sníkarnir hava lagt hald á allar telduskipanirnar hjá Klaksvíkar kommunu, men hava ikki enn kravt nakað loysigjald, segði borgarstjórin við Útvarpið seinnapartin í dag

Seinnapartin vitjaði Hannes Heimisson, íslendskur aðalkonsul í Føroyum, Tórshavnar kommunu

Tá ið 21. oyggjaleikirnir verða í Føroyum í 2027, verður tað við almenna heitinum Betri International Island Games XXI ella Betri Oyggjaleikir

- Fríggjadagin 27. septembur er hátíðardámur á Hoyvíksvegi í Havn. Føroyaprent, Føroya størsta grafiska virkið, hátíðarheldur tey fyrstu 20 árini

“Arbeiðið er ikki slept, men vit ásanna, at slíkar semjur verða best funnar í friðartíð.” Tað er niðurstøðan í svari, sum eg fekk frá Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu

Bass-Elvis og Jesus á Mallorka eitur nýggjur dokumentarur, sum nú liggur tøkur á kvf.fo

Sjónleikarin Pilou Asbæk er harmur um umtaluna eftir ein døgurða í Føroyum saman við matummælaranum hjá Berlingske Søren Frank

- Vit vita ikki, hvat Suðuroyartunnilin fer at kosta, fyrr enn arbeiðið er boðið út, staðfestu løgmaður og Erhard Joensen, limur í politiska fylgibólkinum, í Breddanum fyrrapartin

- Tá danskir miðlar skriva um Føroyar, fáa teir tað mangan til, at land okkara bert livir av fiski ella aling

Fyri at hátíðarhalda dagin, verða eyðkennismerki kring allan heimin, sum hava við sjóvinnu at gera, upplýst við bláum ljósi

Umboðsmaðurin var ósamdur í, at ráðið sambært býarskipanarlógini ikki kundi taka støðu til innihaldið í einari broyting av byggisamtykt, ið ein kommuna hevði samtykt

Fjórða árið á rað eggjar átakið, Virkin oktober, einstaklingum, arbeiðsplássum og øðrum felagsskapum til at styrkja um sálarligu heilsuna við at vera virkin á ymsan hátt

Fríggjadagin 27. september kl. 15:00 letur Liljan Midjord upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík

Uppgerðin fyri 2. ársfjórðing 2024 vísir m.a., at sølan av húsarhaldsútgerð er minkað 17 prosent í mun til sama tíðarskeið í fjør

- Av tí at uppgávurnar, ið kavarar loysa gerast støðugt meira avbjóðandi hava 8 føroyskir kavarar valt, at fara undir eina tilgongd har teir uppstiga prógv síni frá froskmanni til slangukavara

Árliga Grassroots vikan hjá UEFA er á skránni í hesum døgum, og eisini í Føroyum verður skipað fyri ymiskum tiltøkum kring landið. Fyrsta tiltaki var týsdagin, tá barnagarðsbørn úr høvuðsstaðnum vóru á Tórsvølli

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, hevur svarað spurningi frá Beinir Johannesen, løgtingsmanni, um fíggjarligar avleiðingar av styttari arbeiðsviku

Slipsið hjá Williami fekk eina føling av alheiminum, men liggur nú trygt undir Varða. Eru eyguni ein sentimetur frá nalvanum ber til at hyggja inn í nalvan og njóta hann, sum hann er skaptur, men til ber eisini at hyggja hinvegin - út í rúmdina

Búskaparráðið metir hallið á fíggjarlógini at verða slakar 560 mió. kr. í 2024 og 480 mió. kr. í 2025

Búskaparráðið mælir politisku skipanini til at seta í verk eitt fíggjarpolitisk regluverk. Fíggjarpolitiska regluverkið skal tryggja, at tamarhald fæst á útreiðsluvøkstrinum

EM heldur fram í dag við dystunum í tvímansleiki og byrjað verður kl 12 føroyska tíð

Dysturin millum Manchester United og niðurlendska Twente endaði 1–1 á Old Trafford í kvøld

Í ævisøguliga filminum ”Lee” síggja vit Oscarvirðisløntu Kate Winslet í leiklutinum sum amerikanski fotojournalisturin Lee Miller (1907-1977)

Fyri smáum tveimum mánaðum síðan var vaktarskifti á adressuni Ydun Reyngøta 9 í høvuðsborgini. Hannes Heimisson gjørdist sendiharri og aðalræðismaður íslendinga í Føroyum frá og við 1. august í ár

Tónleikabólkurin Týr veit, hvussu tað er at vera í andglettinum, tá talan er um grindadráp. Forsangarin, Heri Joensen, hevur alment vart føroyska siðin at drepa grind, skrivar KVF

- Arbeitt verður við at skapa yvirgongd frá Heilsuskúla Føroya til Fróðskaparsetur Føroya

Leygardagin 28. september 2024 kl. 10.00 verður almennur pallborðsfundur um grønmetisvelting í samband við Eplafestivalin

Verjuovastin í Ísrael biður hermenninar gera seg klárar til «møguliga innrás» í Libanon. Tað skrivar tíðindastovan Reuters

Vísindavøka – størsta almenna tiltakið í Føroyum, sum fagnar gransking, menning og nýskapan – fer av bakkastokki fríggjamorgunin

Andstøðan vil hava løgmann at loysa Ingilín D. Strøm úr starvi, um hon ikki fer sjálv. Men um hvørki hendir, fer andstøðan at leggja fram eitt misálit á landsstýriskvinnuna, skrivar KVF

- Møguliga ein nýggjur kongur í hægstu rók. Jónstein Petersen byrjaði at sýna sínar dygdir sum venjari og førari í fjør og var fyrstu ferð á landsliðnum og kappaðist uttanlands við hundinum Gripi

Seinasta bókin í røðini Mín Krýnika eftir Jógvan Arge, hetta er bók nummar 10, er nú komin í bókabúðirnar

Norrønu umhvørvis- og veðurlagsráðharrarnir taka enn eitt stig í arbeiðinum viðvíkjandi plastdálking við eini yvirlýsing um mikroplast

Nevndin í Felagnum Nótaskip hevur sett Páll Holm Johannesen í starv sum stjóra í felagnum. Hann tekur við eftir Jógvan Jespersen, sum er fyrsti stjóri felagsins, og sum hevur røkt starvið síðan 1. mai í 2008

Í dag hitti landsstýriskvinnan í javnstøðumálum, Sirið Stenberg, grønlendska starvsfelaga sín, Naaju H. Nathaniesen, Naalakkersuisoq

Sum nakað nýtt, fer FSF í næstum at skipa fyri einum serligum venjaraskeiði, nevnt “Leikaraleiðin”. Skeiðið er ætlað virknum og fyrrverandi fótbóltsspælarum, ið hava royndir frá útlandinum, landsliðum og í bestu deildunum í Føroyum

- Søkt verður eftir grannskoðara í eitt farloyvisstarv at byrja 1. november 2024 ella eftir nærri avtalu. Talan er um fulltíðarstarv, og starvstíðin er 1 ár

30.000 danskarar kunnu missa sítt arbeiði, um Donald Trump verður valdur aftur sum forseti í USA, verður sagt í nýggjari analýsu

Í august var arbeiðsloysið minst í Sandoyar øki við 0,4 prosentum, sum er 0,6 prosentstig lægri í mun til august í fjør