Hagstovan: Arbeiðsloysið hevur seinasta árið verið støðugt. Í september var arbeiðsloysið 0,9 prosent, sum er tað sama sum í september í fjør.
Í september vóru 330 persónar raktir av arbeiðsloysi, sum eru 20 fleiri enn í sama mánaði árið fyri.
Fulltíðararbeiðsleys er talið av teimum, sum eru rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulla tíð fyri mánaðin. Til dømis telja tveir persónar, sum hava verið arbeiðsleysir í ein hálvan mánað hvør, samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur persónur. Í september vóru tað 272 fulltíðararbeiðsleys, sum eru sjey fleiri enn í september í fjør.
Arbeiðsloysið minni hjá kvinnum
Í september vóru 112 kvinnur raktar av arbeiðsloysi. Umroknað til fulltíðararbeiðsleys svaraði hetta til 90 kvinnur. Tað er eitt arbeiðsloysi á 0,6 prosent. Hetta er 0,1 prosentstig lægri enn sama mánað árið fyri.
Av monnum vóru 218 raktir av arbeiðsloysi. Umroknað til fulltíðararbeiðsleysar menn, so vóru teir 182, sum svarar til 1,1 prosent. Hetta er ein øking á 0,1 prosentstig samanborið við sama mánað árið fyri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



