Havstovan: Úrslitini frá árligu felagskanningini av makreli, sild og svartkjafti í juli, har Føroyar luttóku saman við Danmark, Íslandi og Noregi, eru nú tøk.
Makrelur
Vísitalið fyri makrelstovnin í Norðurhøvum er 10% hægri enn í juli í fjør, tá tað var metlágt (Mynd 1). Makrelurin stóð fyri tað mesta eystarlaga í Norskahavinum (Mynd 2). Harafturat var nógvur ungur makrelur at síggja í Norðsjónum, og spennandi verður at fylgja við, hvørja ávirkan hesir árgangirnir fara at hava á stovnin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



