Krígsbrotsmaðurin Ratko Mladic, eisini kendur sum 'Slaktarin úr Bosnia', er deyður, 84 ára gamal.
Tað skrivar tíðindastovan Reuters.
Hann varð í 2017 dømdur lívlanga fongsulsrevsing av einum ST-dómstóli fyri fólkadráp og krígsbrotsverk undir krígnum í Bosnia í 1990-árunum.
Hann varð millum annað funnin sekur fyri sín leiklut undir hersetingini av Sarajevo og Srebrenica-drápunum í 1995, har umleið 8.000 bosniskir muslimskir menn og dreingir vórðu dripnir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



