Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Videoin niðast í greinini vísir palestinskar arabarar lovprísa Putin og lova at gifta seg við ukrainskum kvinnum, samstundis sum teir heita á Russland og Kina um at fremja fleiri álop

Videoin niðast í greinini vísir palestinskar arabarar lovprísa Putin og lova at gifta seg við ukrainskum kvinnum, samstundis sum teir heita á Russland og Kina um at fremja fleiri álop

Videoin niðast í greinini vísir palestinskar arabarar lovprísa Putin og lova at gifta seg við ukrainskum kvinnum, samstundis sum teir heita á Russland og Kina um at fremja fleiri álop

Skrivað av Phil Schneider, IsraelUnwired

Og tað átti at órógva okkum. Tað er ein felags tráður, sum sameinir harðrend og rá fólk, ið stuðla einaræðisharrum: Tey hátíðarhalda, at harðskapur verður framdur. Er friður, eru tey ússalig og trútin og brúka tíðina uppá at leggja upp svikaráð.

Tað er onki undrunarsamt við, at arabar í Miðeystri hátíðarhalda ógvuslig dráp av vanligum ósekum menniskjum. Fyri tey er tað normurin – akkurát sum tey hátíðarhalda arabisk dráp á ísraelar.

Eftir 9/11 álopini sóu vit arabar úti á gøtunum hátíðarhalda álopini á USA. Ikki nakrar fáar víðgongdar arabar, men vanligt tilkomið fólk, kvinnur og menn sum góvu ósekum børnum bomm.

Hetta er tað, Ísrael livir við hvønn dag. Friðsomu arabarnir hava aldri megnað at taka valdið frá teimum blóðtystu og harðrendu ættbólkaarabunum.

Putin hevur staðfest seg sjálvan sum ein brutalan einaræðisharra sum fer í søguna sum leiðarin, sum flutti 21. øld inn í ein ræðuleika við miljónum av flóttafólkum og tíggjutúsundum deyðum og skaddum ukrainum og russum.

Alt eitt úrslit av hansara villingarsjón um at endurstovna sovjettiska stórleikan.

Verður úrslitið so, at hetta verður byrjanin til ein umfatandi bardaga millum tey, ið vilja vesturlendskt frælsi og tey, ið stuðla ómenniskjaligum einaræðisharrum?

Tað veldst um, hvat Kina ger. Russland hevur ikki einsamalt orku til at halda fram leingi aftrat. Uttan hjálp frá Kina kemur Russland ikki víðari.

Men hava kinesarar egnar andstyggiligar ætlanir í gongd viðvíkjandi Taiwan, kann henda, at úrslitið minnir meira um ein 3. heimsbardaga.

Tí Taiwan er ikki Hong Kong. Taiwan er vápnað til tennirnar og fullkomiliga til reiðar til eitt stórálop.

Australia, Japan og USA hava samtykt at verja Taiwan til tess at tryggja, at Kina ikki yvirtekur alt Útsynningsasia. Sjálvt tann hálvsovandi Joe Biden er við uppá at verja Taiwan.

Eitt er greitt. Høvuðsendamálið hjá flestu arabum í Miðeystri er at knúsa USA, Ísrael og vesturheimin.

So um Russland, Kina og Iran loypa á onnur lond, so hava tey fullan stuðul frá hordum av arabum í Miðeystri. Tí er tað í tíðum sum hesum, tað gerst krystallklárt, hvar partarnir standa í bardaganum millum frælsi og harðræði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo