Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Teir eru argandi og fevnandi. Prikandi og skemtandi. Og fram um alt teljast teir millum stóru føroysku hittbólkarnar í nýggjari tíð.

Páll Finnur Páll tók síni fyrstu fet um aldarsskiftið, og síðani 2003 hava teir givið fimm útgávur út. Ikki minst tríboksin frá 2009 gav bólkinum veruligt hetjustatus á føroyska tónleikapallinum.

Sangirnar hjá bólkinum munnu mong kenna rættiliga væl. Sangir sum Forelskaður sjónleikari, Herbergið, Eg fari mín egna veg, Grannin,  Mín russiski vinur og fleiri.

Páll Finnur Páll hevur øll árini havt eina styrki í at framføra teirra sangir live. Teir hava dugað serstakliga væl við smærri og størri áhoyrarafjøldum, og í august verða teir viðaftur, tá ið Summar Festivalurin verður hildin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo