Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Ólavsøkudag fylti Páll Róland Poulsen 95 ár, og tey flestu av hansara samtíðar ættarliði eru farin um gátt ævinleikans, men Páll var væl fyri at práta við í telefon føðingardagin. Hann hevur jú allar dagar havt eitt gløgt, inntonkt og opið høvd.

Og hetta er ikki frá fremmandum, einkasonur tann kenda, vælhýrda og hittinorðaða fiskiskiparan, Símun hjá Póli (...men, tað er bara oyn skipari á Polo) úr Svínoy og Josefinu Matras av Kirkju, so belest og vitandi at skifta orð við.

Familjan fluttu í 1930’unum til Klaksvíkar, har ið realskúli var. Seinni las Páll eitt skifti búskap niðri, men hugur hansara stóð meiri til tekniskar mentir og til allan tekst yvirhøvur.

Haldi mestan, at hann mundi duga orðabókina hjá skyldmanninum, Chr. Matras (og M. A. Jacobsen), uttanat, sum kom í 1928.

Lívsleið hansara bleiv ein onnur. Eftir køna útbúgving í Bretlandi fingu vit ein framúr radio-mekanikara (radarar o. a.), sum tað tá æt. Umframt at hann hevur latið úr hondum og týtt fleiri tung verk við til føroyska tungu - líka frá ”Pilgrim Church” (Pálmara-samkoman) til tað neyva “Gudsorðið” ár um ár í Dimmalætting, og sum nú er í Norðlýsinum – og bara viðmerkt, prp.

Av sínum hegni kom hann persónliga – um nakar - at kenna og samstarva við tann framúrskarandi læknan, Olaf Halvorsen, sum fekk avgerandi ávirkan á læknaviðurskiftini í Klaksvík. Bæði samstundis og eftirfylgjandi.

Misnøgdin var stór um heilsuliga standin í øllum læknadøminum, ið var so út av lagi, og nakað áleið sum trubadururin kvøður: “... várt land fer um koll, hví hjálpir oss nú eingin Nólsoyar Páll?”

Men tá kom Páll Róland - frá fyrsta atláti av - at verða eitt slag av heila í teim truplu samráðingum við myndugleikarnar - bæði niðri og her heima – og hetta bara við sakligum argumentum - at benda tað ófrættakenda málið inn á eitt betri beiti.

Men hetta vildu teir makthavandi embætismenninir og ráðaleysu politikararnir ikki ganga við til.  Og sum tí - tann søguliga dagin 1. oktober 1955 - førdi til oyggjalandsins mest groteska drama, og sum ger bataljuna við kenda “Brillu-manninum” frá  1808 til eitt lítið og fitt dukku-teatur.

Eg eri vitiliga Pálli sera takksamur fyri, at hann frá fyrsta degi tók undir við at skrivað varð ein - av sjálvroyndum og tí meiri eftirfarandi - bók um læknastríðið (Herskin herðindi).

Ikki tí. Nakað var áður skrivað um læknastríðið við heimild í tilvildarligum tosi og avís-søgum í leysari vekt, og so nakað um, hvussu summi kendu seg so fornermað í sínum pátikna sóma.

Sum kunnugt bar samráðingarleiðin ikki á mál; men bleiv til eina vitleysa innrás av fregattini “Rolf Krake” - við vilt roterandi kanónum - á odda fyri einum vápnaðum herskipaflota - móti einum verjuleysum bygdarsamfelag.

Í land komna løgreglan fór harðliga fram og bardu tey bilsnu og óseku fólkini í bygdini tá, og “Hin Høgi Rættur” framdi sama árið justitsmorðið móti Fischer Heinesen (18 mánaðir í fongsul), Viggo Joensen (6 mánaðir ) og 28 øðrum  – heilt til sjálvan: Pól Kajer  - ið sat heilar 4 mánaðir í fongsli (og ikki ein dagur varð eftirgivin fyri friðarligan fólkasið (!)).

Umframt hetta, at landsins lærustovnar eftirsíðan tóku til sín ta skeivu útlegging sigurharranna (hetta krevur jú onga serstaka støðutakan) og dómfeldu hervið teir illa hagreiddu og royndu norðoyingarnar sum  uppreistrarmenn - og orsøk til alt tað politiska óskilið. Og hetta ósakliga uppáhald kennir enn einki mark.

Men um øll hesi “betri vitandi” - bara eina ferð - høvdu upplivað ta lagnu kvidnu støðu, ið fólkini á útoyggj mangan høvdu á hálsinum - í høgættar ódn, Kallsoyarfjørður í einari glaðu og ikki klúgvandi eystur um Múlan við nakrari læknahjálp - antin í barnsburðarneyð ella í skakandi andaleypi.

Tá høvdu allar undanførslurnar - hjá teim omanfyri nevndu - um at umstøður vóru nóg góðar í Norðoya læknadømi tá - ikki havt langt lív lagað. Tað er vist.

Heimið hjá Pálli varð lagt undir trýst við, við tað at danskur politistur nálgandi stóð á varðhaldi uttanfyri  – ikki húskinum til frama - men til ákæru - um høvi beyðst.

Páll Róland er serstakur - ein einari - og um hann verður viðurkendur ella fagnaður fyri síni avrik –  tað nertur, mær vitandi, ikki við hann. Hann hvílir í sær sjálvum. Men, Páll, tann tíð kemur...

Og av teim sjey djørvu monnunum, sum í 1952 tordu at váða nakað til frama fyri fólksins lítillátna ynski - um ein heilsuframan bata - og harvið at behalda læknan Olaf Halvorsen í starvi - er nú bara Páll Róland eftir á lívi. 

Av hjarta til lukku Páll, og við hesum fara vit hiðani at takka tær fyri tíni avrik og tín altíð kveikjandi áhuga og ynskja tær og tínum alt gott í komandi tíð.

Arnstein Niclasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo