Í morgin letur Páls Høll uppaftur. Samstundis verður nýggja vatnrussjibreytin tikin í nýtslu.
Umframt nýggju vatnrussjibreytina, so er uttanduraøkið eisini víðkað, soleiðis at tað umframt tveir hitapottar eisini fevnir um stóran sólpall, siga tey úr Vági.
Men corona-smittan ávirkar eisini, nú Páls Høll letur uppaftur. Og í tráð við tilmælini frá heilsumyndugleikunum verða hitapottarnir, sauna og gosbað ikki tendraði fyribils. Og hesar komandi vikurnar - inntil onnur tilmæli eru frá heilsumyndugleikunum - verður tað bara loyvi at hava tilsamans 50 fólk inni í Páls Høll í senn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo