

Dansk-/svenski aktivisturin Rasmus Paludan sigur við svenska Aftonbladet at hann fer at brenna koranir frammanfyri turkisku sendistovuni í Keypmannahavn hvønn fríggjadag til Svøríki gerst limur í Nato.
Eftir at Paludan brendi eina koran í Stokkhólmi tann 23. januar segði turkiski forsetin Recep Tayyip Erdogan at Svøríki ikki kundi rokna við stuðli frá Turkalandi til at gerast Nato-limur.
Paludan er floksformaður í danska høgraflokkinum Stram Kurs, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo