Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Jórun Gardar, varastjóri í Vinnuhúsinum og limur í Javnstøðunevndini, er ein av gestunum í sendingini Búskapur og Vinna hesa vikuna. Johnny í Grótinum er vertur

Tað er stórur munur á hugburðinum til javnstøðuna í leiðslu. Tað er eitt av úrslitunum í kanningini hjá Javnstøðunevndini, sum er gjørd saman við Fróðskaparsetur Føroya og Almannamálaráðnum

Búskapur & Vinna: Kvinnur eru stjórar í 14 av teimum 100 størstu føroysku fyritøkunum. Jórun Gardar, varastjóri í Vinnuhúsinum, mælir til pápakvotur í barsilsskipanini fyri at bøta um javnstøðuna innan leiðslu í vinnuni.

Mikukvøldið er Búskapur & Vinna aftur á skránni í Televarpinum. Evnið hesaferð er kvinnur í leiðandi størvum í vinnuni og innan íverksetan. Gestirnir eru Mia Wagner, fyrrverandi leyvinna í kendu sendingini Løvens Hule á DR1, og Jórun Gardar, varastjóri í Vinnuhúsinum og limur í Javnstøðunevndini. Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, er vertur.

Í sendingini viðgera Jórun og Johnny støðuna á føroyska arbeiðsmarknaðinum, sum framvegis er rættiliga kynsuppdeildur, har kvinnur sita á flestu størvunum innan umsorgan, meðan menn hava flestu av størvunum í fiskivinnuni og byggivinnuni. Ein fesk uppteljing hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag av kynsbýtinum av ovasta leiðslu í 100 teim størstu fyritøkunum vísir, at sjeyndi hvør stjóri er ein kvinna. Ein líknandi uppgerð í Danmark fyri 1000 tær størstu fyritøkurnar vísir, at færri enn tíggjundi hvør stjóri er kvinna. Sostatt stendur eitt vet frægari til við javnstøðuni í Føroyum í so máta, men tó er langt frá javnstøða.

“Barsilsskipanin er ein av týðandi strukturunum í føroyska samfelagnum, tá umræður fortreytunum hjá kynunum báðum at átaka sær leiðsluábyrgd,” staðfestir Jórun Gardar í samrøðuni.

“Í Íslandi hava vit sæð, at tað er gagnligt fyri javnstøðuna á arbeiðsmarknaðinum, um partur av barsilstíðini er oyramerktur til páparnar. Kanningar vísa eisini, at fordeilingin av barsilstíðini eisini fær týdning fyri, hvussu húsligu skyldurnar annars verða býttar millum kynini. Og tað er ongin ivi um, at tekur kvinnan sær eina størri ábyrgd heima, hevur hon ikki somu orku og tíð til eisini at átaka sær leiðsluábyrgd til arbeiðis.”

Í sendingini verður eisini nýggj kanning av hugburðinum millum føroyingar til javnstøðu umrødd. Kanningin vísir, at 36% av monnunum halda, at tað er javnstøða millum kynini í ovastu leiðslu, meðan 39% av kvinnunum halda, at kvinnur eru fyri stórum mismuni, tá umræður ovastu leiðslu í Føroyum.

Sendingin verður at síggja á Rás 1 hjá Televarpinum mikukvøldið klokkan 20:30 og 22:00.

Tað er stórur munur á hugburðinum til javnstøðuna í leiðslu. Tað er eitt av úrslitunum í kanningini hjá Javnstøðunevndini, sum er gjørd saman við Fróðskaparsetur Føroya og Almannamálaráðnum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo