Í dag, 6. juni, fyllir Jónsvein Meinhardsson Jensen 80 ár. Pápi vaks upp í tiltikið barnríkum umhvørvi í gomlu Norðragøtu, har heimi, sum foreldrini bygdu mitt í 30unum. Tey húsini eru umbygd og eru, umframt at vera sethús hjá Honnu og Tórheðini, franskt konsulát. Høvdu omma og abbi vitað.
Foreldrini vóru Martina, fødd Hansen, og Meinhard Jensen. Abbi var av Hellunum og varð í dagligari talu nevndur Hellu Meinhard, og omma var úr Norðragøtu. Tey fingu 13 børn, fødd millum 1934 og 1954, og 11 komu undan. Pápi var mittastur av teimum, føddur mitt undir krígnum, upp á dagin eitt ár fyri innrásina í Normandínum D-dagin í 1944.
Mamma og pápi funnu saman tíðliga í 60unum, í einum bilverkstaðið í Søldarfirði – mamma er søldfirðingur – og hon var bara 15 ár tá. Tey giftust, tá mamma var farin tveir dagar av 20. Fyri seks árum síðan høvdu tey gullbrúdleyp. Tóat hon nú er farin á ellisheim, tora vit at siga, at tey hava verið saman hvønn dag, síðan pápi legðist upp á land í 1980. Tá hevði hann siglt, síðan hann var 14 ár.
Pápi fór, saman við kenda javnaldranum Óla Jacobsen, til skips við Báruni tíðliga í 1958, og tá var abbi skipari. Vit hava ofta hoyrt teir tosa um ta tíðina. Teir gingu í skúla saman og búðu ikki langt frá hvørjum øðrum, men tað at mynstra fyrsta túrin saman, tað hevur verið eitt band fyri lívið.
Seinni sigldi hann við m.a. Havørnini og eitt skiftið við týskum trolara – tað var fyrst í 60unum, um ta tíðina tá hann og mamma møttust – og í 70unum, til hann fór upp á land, var hann við Polaris, sum var eitt kraftblokkaskip úti á Skálafjørðinum.
Pápi fór til arbeiðis hjá Alu-Plast, tá hann gavst at sigla, og har var hann í 30 ár og fór so á pensjón. Fáir 80 ára gamlir eru so ungir og halda sær so væl sum pápi okkara, men tað er ikki tí, at hann hevur spart seg, heldur ikki síðan hann gavst at arbeiða.
Hann hevur hildið hús, verið um mammu, tikið eina hond í hjá børnunum, verið um abbabørnini, súkklað, verið í lítla bátinum, tikið smærri arbeiðsuppgávur á seg og ikki minst passað havan og snøggað um húsini.
Pápi fylgir við í øllum og møtir upp til sera nógv tiltøk. Hann elskar sang, og har, sum sangur er, har eru mamma og hann gjarna eisini, antin tað er á møti ella konsert ella á café í Elim ella í Betesda, ella hvat tað skal vera. Bara tað eru fólk og sangur og kanska ein kaffimunnur og eitt prát.
Tá tú kemur inn á gólvið heimi á Heyggi, og tað ikki eru tíðindi í miðlunum, so skalt tú rokna við at verða møttur av ljóðinum frá tónleiki úr stovuni; tónleiki og luktinum av nýggjum bakstri. Pápi er farin at baka breyð á gamalsaldri, og væl smakkar.
Pápi bleiv kendur sum ein røkin og raskur og nærlagdur handverkari. Hondverk var honum ikki fremmant, men hann sigldi, til hann var næstan 40, áðrenn hann fór at fáast við at seta í og reparera hurðar og vindeygu, og tað hevur hann gjørt í hvørjari tí einastu bygd í Føroyum. So væl fór hann um amboðini hjá virkinum, sum hann hevði í arbeiðsbilinum, og so gott skil var í, at einaferð góvu teir honum tátt. Lagið var til “Eg veit ein góðan seyðamann,” og orðini blivu umyrkt til “Eg veit ein góðan servicemann.”
Sjálvt um skúlagongdin ikki hevur verið tann nógva, so hevur pápi verið bókligur maður. Hann hevur altíð lisið nógv – ikki minst um heims- og siðsøgulig viðurskifti – og honum dámar væl at fortelja um tað, sum hann lesur.
Millum áhugamálini annars kunnu nevnast fótbóltur, har sum tað serliga er Víkingur – og fyrr GÍ – sum fyllir nógv, og lagið blívur ikki verri, tá teir vinna. Fuglalív fangaði tíðliga interessuna hjá honum. Hann hevur mangan fortalt um pisurnar, tey høvdu, tá hann var smádrongur.
Vit hava í okkara tíð havt dúgvur og dunnur, og hann fylgir væl við, hvat er av fugli millum fjøllini her. Og so er tað havin. Vit hjálptu sum børn til við at leggja havan, men hvør nyttan var í okkum, tað er ein onnur søga. Vit vóru rættiliga smá tá, men blivu hildin til.
Nú øll hesi árini seinni stendur urtagarðurin sum ein varði eftir mammu og pápa og sum eitt prýði fyri grannalagið og bygdina og ein frægd fyri sansirnar. Blómur og grøs og runnar og trø og rabarbur og smáfuglur. Tað er sum eitt lítið heimagjørt paradís í gomlu Norðragøtu.
Mamma og pápi fingu millum 1966 og 1975 fýra børn: Borgar, Tórheðin, Meinhard og Mirjam. Borgar bleiv føddur uppi á loftinum í norðara endanum av húsunum, sum kallaðust Fornin, í Søldarfirði. Tey húsini standa ikki longur.
Yngru beiggjarnir blivu báðir føddir heima við hús, har sum stova nú er, og gentan, Mirjam, kom í verðina á Landssjúkrahúsinum. Beiggjarnir búgva í Gøtu, ikki langt frá barndómsheiminum, so her má vera nakað gott at vera. Og so er tað eisini altíð hent at hava tær góðu hendurnar at heita á.
Vit mistu Borgar í ringari vetraródn í januar í 1989, tá bilurin fór við vindinum av vegnum inni við Breiðá við Kambsdal. Tað tók fast hjá øllum og setti okkum upp á prøva.
Tilsamans hava vit trý systkin fingið níggju børn, og tey hava øll níggju verið ommuni og abbanum til stóra gleði, og tær nógvu løturnar, tá omman og abbin hava havt tey og verið um tey, eiga sína stóru æru í, at børnini trívast so væl, sum tey gera.
Ommu- og abbabørnini eita Borgar, Kristianna, Embla, Jan, Jónatan, Maria, Rebekka, Sára og Dagur.
Enn sæst aldur ikki á gamla, og tað klæðir honum væl. Hann er kendur fyri sítt lætta og skemtiliga lyndi og sítt stóra trúfesti, og tað eru tað mong, sum hava notið gott av.
Vit systkin hava altíð havt nógv vinfólk við heim, og tá hevur blíðskapurin og áhugin hjá foreldrunum gjørt alt so øgiliga nógv lættari.
Vit ynskja pápa okkara hjartaliga tillukku við stóra runda føðingardegnum, og at Harrin skal signa og varðveita mammu og hann í døgum og árum, sum koma. Vit siga takk fyri alt.
Dagurin verður hildin við lítlari veitslu saman við teimum nærmastu.
Mirjam, Tórheðin og Meinhard við familju
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo