Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Seinastu áratíggjuni er nýtslan av talgildum bókum vaksin, so hvørt sum tøknin og talgilding hava tikið dik á seg, eisini innan skúlagátt. Skíggjanýtsla, hugsavning, læring, læriúrtøka og onnur menning í skúlahøpi hava stóran áhuga í samfelagnum, og kjakast verður um, á hvønn hátt talgildingin tænir læring og skúlagongd, og nær hon ikki tænir.

Seinastu fáu árini eru tíðindi borin um, at grannalond okkara eru farin í holt við at raðfesta pappírsbøkur til skúlabrúks aftur. Serliga úr Norra og Svøríki eru tíðindi borin um, at nú fer politiski myndugleikin at raðfesta pappírsskúlabøkur nógv hægri og geva serstaka játtan til tess. Tað kundi møguliga verið áhugavert at hugt nærri at orsøkunum til hetta.

Í Føroyum hava vit eisini framleitt nógv talgilt tilfar til skúlabrúks, sum tøknin er ment. Og nógv áhugavert tilfar hevur sæð dagsins ljós. Spurningurin er, um føroyskir myndugleikar eisini viðgera fyrimunir og vansar við pappírsskúlabókum og talgildum skúlabókum, og um arbeitt verður við at finna javnvág millum hesar eins og við at gera raðfestingar ímillum sløgini.

Hetta fari eg at seta landsstýrismanninum í Barna- og útbúgvingarmálum nakrar spurningar um á tingfundinum í dag. Talan er um sokallaðar munnligar fyrispurningar: spurnar- og svarumfør fyri spyrjarar og landsstýrisfólk, eins og høvi hjá nøkrum tingfólkum afturat at taka orðið í 1 minutt um evnið:

1. Arbeiða landsstýrismaðurin ella viðkomandi stovnar við at raðfesta ímillum pappírsskúlabøkur og talgildar skúlabøkur?

2. Eru kanningar gjørdar í Føroyum, hvørt pappírsskúlabøkur ella talgildar skúlabøkur eru betur umtóktar, betur egnaðar og meiri umbidnar?

3. Í hvussu stóran mun verða ávikavist pappírsbøkur og talgildar bøkur nýttar til skúlabrúks í Føroyum?

Eg havi seinastu tíðina hugsað eitt sindur um, hvørt vit hava eftirmett okkara skúlabókanýtslu og um vit hava tørv á at viðgera, hvussu støðan er hesum viðvíkjandi. Tí vit hava sæð, at sBøkurnar hava skapt nakrar góðar møguleikar fyri at gera føroyskt tilfar, sum lættari kann endurnýggjast uttan at skula útvega játtan til prent. Men samstundis finst eisini meira vitan nú um, hvussu skíggjanýtsla ávirkar næmingar og læringsrúmið. Kanska er løtan komin at gera eina veruliga eftirmeting? Ella eru eftirmetingar kanska longu gjørdar ella ávegis?

Hetta er orsøkin til, at eg taki málið upp í dag.

Hanna Jensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo