Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í eini tíð við nógvum avmarkingum, eisini at savnast, er internetið vorðið loysnin hjá giftingarfúsum pørum.

 

Tá ið Sayaka Fukufa og James Storr Brown søgdu ja síðsta vikuskifti, var tað í teirra egnu stovu á Manhattan.

 

Teir millum 30 og 40 gestirnir vóru við via 'Zoom', ein videofundartænasta, og fleiri av teimum vóru í besta sóttarhaldsstíli í náttklæðum og joggingbuksum. Presturin var eisini við digitalt, skrivar danska TV 2.

 

Og vígslan endaði við at gerast bæði ein makaleys og innilig uppliving, sum sambært 41 ára gomlu Sayaka Fukufa var "nógv betri enn ein túrur á ráðhúsinum".

 

- Hetta er ein trist og viðkvæm tíð, so tað var rættiliga gott at síggja øll á skerminum, og eg kenni á mær, at vit komu tætt hvør upp at øðrum, sigur hon við The Guardian.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo