

Tórshavnar kommuna: Orsakað av fyrireikingunum til kappróðurin á ólavsøku, eru munandi avmarkingar í parkeringsmøguleikunum á Bursatanga, Havnagøtu, Kongabrúnni, Undir Kjallara og á Eystaru bryggju.
Parkeringplássið á Bursatanga varð stongt klokkan 18.00 í kvøld, meðan hini plássini stongja í morgin klokkan 8.00. Øll plássini lata upp aftur klokkan 20.00 í morgin.
Tað er av stórum týdningi, at fólk virða hesi parkeringsforboð, soleiðis at fyrireikararnir av ólavsøkukappróðrinum og løgreglan ikki skulu leita eftir eigarum av bilum, ið mugu flytast ólavsøkuaftan.
Les meira um ólavsøkuna her:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo