

188 atkvøddu fyri NATO-limaskapi og 8 ímóti í søguligu atkvøðugreiðsluni í finska parlamentinum, skrivar YLE.
Orðaskiftið um finskan NATO-limaskap byrjaði mánamorgunin og vardi í 14 tímar, og í morgun var tað so tikið uppaftur.
Men sjálvt um onkur flokkur var ímóti NATO-limaskapi so endaði tað við einum óreingiligum ja, og kann finska stjórnin nú senda sína umsókn til verjusamgonguna saman við grannanum Svøríki.
Roknað verður við at stjórnin ger tað longu í dag, skrivar danska TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo