Kvinnur, sum royna at fáa javnstøðu við menn, seta sær ov lág mál
- Marilyn Monroe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Kvinnur, sum royna at fáa javnstøðu við menn, seta sær ov lág mál
- Marilyn Monroe
Politikkur

Svar frá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, upp á § 52a-fyrispurning nr. 52-58/2026 frá Sirið Stenberg løgtingskvinnu, um atgongd til landbúnaðarskeið

Spurningarnir vóru soljóðandi:  
1. Hvussu er atgongdin hjá suðuroyingum og øðrum, sum búgva, har tað ikki er landfast, til komandi landbúnaðarskeiðið?

2. Um landsstýrismaðurin ikki metir hesa atgongd vera nøktandi, hvørji stig ætlar hann so at taka?

Svarað verður undir einum: 
Búnaðarstovan arbeiðir støðugt við at menna og betra um innihaldið og undirvísingina á landbúnaðarskeiðinum. Búnaðarstovan hevur, grundað á undirvísingartilfarið, dygdina á sjálvari undirvísingini, játtanina til skeiðini og úrslitini frá fyrrverandi landbúnaðarskeiðum, gjørt av, at tað á komandi landbúnaðarskeiðum ikki ber til at fylgja undirvísingini við fjarlestri.

Avgjørt er tó, at undirvísingin verður bandað, so at luttakarar, sum av serligum orsøkum ikki fáa lutttikið í sjálvari undirvísingini, kunnu innheinta tað, teir hava mist.

Landsstýrismaðurin metir tað hava alstóran týdning at tey, sum búgva í Suðuroy ella útoyggj, skulu kunna taka landbúnaðarskeiðið undir treytum, sum ikki seta tey verri enn tey, sum búgva í meginøkinum.  

Í hesum sambandi fer landsstýrismaðurin at heita á Búnaðarstovuna um at meta um, hvørt partar av komandi landbúnaðarskeiðum kunnu verða veittir við fjarundirvísing, uttan at hetta gongur útyvir dygdina av undirvísingini. 

Vinnumálaráðið, 12. oktober 2026 
Jacob Vestergaard 
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #