Andstøðan í Hvítarusslandi sigur, at eitt russiskt flogfar varð oyðilagt í einum álopi á hvítarussiskari flogstøð.
Álopið varð framt av tveimum hvítarussum, sum brúktu dronur at raka flogfarið, upplýsur felagsskapurin ByPol á Telegram. ByPol er ein felagsskapur av fyrrverandi trygdardeildum, sum eru ímóti hvítarussiska stýrinum og stuðlar andstøðuna, skrivar danska TV 2.
Eisini Franak Viacorka, sum er ráðgevi hjá andstøðuleiðaranum Svetlanu Tikhanovskaja, hevur í tweet umtalað álopið.
Sambært ByPol var talan um flogfar av slagnum A-50, sum var rakt av tveimum spreingingum á breytini við Matjulіsjtjy-flogstøðina umleið 12 kilometrar frá høvuðsstaðnum Minsk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo