Tann sum árla rísur, verður bæði ríkur og vísur
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tann sum árla rísur, verður bæði ríkur og vísur
- føroyskt orðatak
Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari: Sámal Petur í Grund, løgtingsmaður 
Svarari: Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum 
Evni: Viðvíkjandi svarinum upp á § 52a fyrispurning nr. 52-125/2025 um atgongd hjá barnaverndartænastum til Landsfólkayvirlitið

Spurningar: 
1. Kann landsstýriskvinnan skjalprógva upplýsingina í svarinum frá 29. juni 2026 upp á § 52a fyrispurning nr. 52-125/2025 um, at Landsfólkayvirlitið í fleiri umførum hevur kunnað barnaverndartænasturnar um møguleikan at fáa beinleiðis atgongd gjøgnum Heldina?

2. Hvussu samsvarar henda upplýsingin við, at innlitstilfarið frá Landsfólkayvirlitinum bert vísir ein teldupost við kunning um Heldina og neyðugu fakskipanina, sum varð sendur leiðaranum í einari einstakari barnaverndartænastu sama dag, sum svarið hjá landsstýriskvinnuni er dagfest?

3. Um landsstýriskvinnan ikki kann skjalprógva, at barnaverndartænasturnar í fleiri umførum vórðu kunnaðar, ásannar hon so, at hesin parturin av svarinum ikki samsvaraði við veruleikan, og fer hon at rætta svarið?

Viðmerkingar: 
Hin 17. juni 2026, setti undirritaði landsstýriskvinnuni § 52a fyrispurning nr. 52-125/2025 við heitinum „Atgongd hjá barnaverndartænastum til Landsfólkayvirlitið“.

Spurningarnir vóru: 
1. Hvørjar barnaverndartænastur hava í dag beinleiðis atgongd til Landsfólkayvirlitið?

2. Hevur landsstýrið kannað møguleikan fyri at geva øllum barnaverndartænastum beinleiðis atgongd til Landsfólkayvirlitið?

3. Fer landsstýrið at taka stig til at geva øllum barnaverndartænastum beinleiðis atgongd til Landsfólkayvirlitið, og um ikki, hví ikki?

Í svarinum frá 29. juni 2026 stendur millum annað:

„Tá ið ræður um beinleiðis atgongd at landsfólkayvirlitinum, hevur landsfólkayvirlitið í fleiri umførum kunnað barnaverndartænasturnar um møguleikan at fáa beinleiðis atgongd at upplýsingum í landsfólkayvirlitinum gjøgnum Heldina.“

Við svarinum upp á § 52a fyrispurning nr. 52-125/2025 fingu barnaverndartænasturnar at vita, hvat skal til fyri at fáa beinleiðis atgongd – nevniliga, at atgongdin skal fara fram gjøgnum Heldina, og at barnaverndartænastan skal hava eina fakskipan, sum kann taka ímóti og viðgera upplýsingarnar.

Fyri at fáa staðfest, nær og hvussu barnaverndartænasturnar áður vórðu kunnaðar, varð biðið um innlit í málið. Innlitstilfarið vísir bert ein teldupost við kunning um Heldina og neyðugu fakskipanina. Telduposturin varð sendur leiðaranum í einari einstakari barnaverndartænastu 29. juni 2026, tað vil siga sama dag, sum svarið hjá landsstýriskvinnuni er dagfest.

Ein teldupostur til ein einstakan leiðara sama dag, sum svarið varð latið Løgtinginum, kann ikki skjalprógva, at barnaverndartænasturnar í fleiri umførum høvdu fingið hesa kunning, soleiðis sum upplýst varð í svarinum.

Hesin parturin av svarinum upp á § 52a fyrispurning nr. 52-125/2025 tykist tí ikki at samsvara við veruleikan. Hetta er álvarsligt, tí Løgtingið má kunna líta á, at upplýsingar frá landsstýrisfólkum eru rættar, nágreiniligar og kunnu skjalprógvast.

Endamálið við fyrispurninginum er at fáa staðfest, um upplýsingin um, at barnaverndartænasturnar í fleiri umførum vórðu kunnaðar, kann skjalprógvast, og um landsstýriskvinnan fer at rætta svarið, um upplýsingin ikki kann skjalprógvast. 

Á Løgtingi, 21. oktober 2026 
Sámal Petur í Grund

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #