Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Listabólkurin HáTrýsT: Onkuntíð hugsar tú: hvat er tað, sum sameinir ein bólk av fólki? Hví eru tey vinfólk, hví trívast tey so mikið væl saman, at tey velja at vera saman, gera verkætlanir, veitslur o.a. saman, um tey ikki eru bundin av ættarbandið, uppvøkstri, stað ella arbeiði?

Sum oftast vil svarið vera: Passión!

Hetta er eisini svarið uppá, hví seks sera ymiskar kvinnur fyri aðru ferð hava framsýning saman: eldhugað passión fyri grafiskum prenti.

Tilvildin vildi, at 5 kvinnur hittust fyri fyrstu ferð, tá tær høvdu framsýning saman í februar 2021. Framsýningin í Smiðjuni í Lítluvík eydnaðist á so nógvar mátar ótrúliga væl, kanska einamest tí hon skapti eitt vinarlag tvørtur um øll mørk, aldur, starv, stað... Tær høvdu allar brennandi áhuga at granska alt innan grafiskt prent og høvdu møguleika at læra av hvørjari aðrari. Síðani er bólkurin vaksin við einum luttakara og 5. august lata tær aftur upp í Smiðjuni.

Tær 6 í HáTrýstT eru: Ásla Rannvá Svensson, Edith Mørkøre, Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen, Marjun J. Hentze, Rakel Helmsdal og Rikke Bak og spennið er vítt innan prentteknikkir og myndaevni. Hesaferð eru so ymiskir teknikkir sum skurðprent, gelprent, carborundumprent, turrnál og cyanotypi við á framsýningini.

Fernisering verður fríggjadagin 5. august kl. 16. Øll eru vælkomin til eina hugnaliga løtu.

Opið er fríggjadagin kl. 16-20, leygardag kl. 10-18, sunnudag kl. 13-18, mánadag og týsdag kl. 12-18.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo