Hvussu kundi Móses leiða okkum 40 ár gjøgnum oyðimørkina, og so finna okkum eitt land sum ikki hevur olju
- Golda Meir

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Frans pávi hevur ikki higartil verið bangin fyri at siga sína hugsan um harðskap og kríggj ymsastaðni í heiminum, og á siðbundnu midnáttarmessuni í Vatikaninum í gjár gjørdi hann heldur onki undantak.

- Menn og kvinnur í okkara heimi, í síni tráðan og girnd eftir valdi og ríkidømi, eta upp sjálvt sínar egnu grannar, sínar brøður og systrar, segði Pávin millum annað og helt fram:

- Hvussu nógv kríggj hava vit sæð? Og hvussu nógva staðni, sjálvt í dag, verða frælsi og mannarættindi ikki vanvird? Og altíð eru tað tey veiku og børnini sum líða mest og tók frástøðu frá "einum heimi við einum ómettiligum hungri eftir pengum, valdi og njótan", sum hann tók til.

Frans pávi, sum fylti 86 ár í síðstu viku, hevur í nærum hvørjari prædiku, hann hevur hildið síðani Russland leyp á nevnt kríggið, og hann hevur eisini heitt á fólk um at brúka minni pening til jólini og heldur senda pengarnar til Ukraina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo