Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Føroya Pedagogfelag: Nú Løgtingið hevur gjørt seg inn á verkfalsrættin frá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, hevur Føroya Pedagogfelag boða Fíggjarmálaráðnum frá, at sáttmálasettu limir Føroya Pedagogfelags fara í samhugaverkfall frá fríggjadegnum 3. november 2023 kl. 07.00 til fríggjadagin 3. november kl. 17.00.

Verkfallið er galdandi fyri allar limir sum starvast á dagtilboðum hjá Almannaverkinum:

Heimaráðgevingin

Verkstaðurin Stíggjur

Verkstaðurin á Brekku

Verkstaðurin Vón

Verkstaðurin Virkni

Verkstaðurin á Bakka

Dagtihaldið Heildin

Dagtilhaldið á Glyvrum

Dagtilhaldið Skotarók

Frítíðartilboðið í Vági

Dagtilhaldið Liljuteigur

Dagtilhaldið í Mýrusóljuni

Dagtilhaldið Fragdið

Dagtilhaldið Bólið

Dagtilboðið í Virknis og umlættingardeplinum

Frítíðarklubburin í Eysturoy, Klaksvík og á Frúutrøð

Frítíðartoymið á Høgabóli

Jolly Klubb

Klubb Trivni

Smíliklubbin

Verkshúsið Mylnugøta

Frítíðartilboðið Gerðagøta Klaksvík

Frítíðartoymið á Tingúsvegnum

Kafé og tilhaldsstaðið Fjálvi

Eisini skal nevndin í Føroya Pedagogfelag boða frá, at noktað verður limum felagsins at upptaka arbeiði, sum annars skuldi verið gjørt av øðrum fakbólkum, har yrkisfelagið hevur boða frá arbeiðssteðgi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo