Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Í røðini av nýggjum evropeiskum filmum er Filmsfelagið nú komið til Oscarvirðislønta stórmeistaran úr Spania, Pedro Almodóvar og filmin ”Parallel Mothers”.

Fremsti spanski leikstjórin, Pedro Almodóvar (f.1949), sum er í toppformi, hevur bæði skrivað og leikstjórnað eitt hjartanemandi filmslistaverk um ta kraft, sum er í megini at eiga, um móðurskap og leitanina eftir upphavi og felagsskapi.

Filmurin verður sýndur mikudagin 23. februar kl. 20:00

Vit eru í Madrid, har Janis (Penélope Cruz) og Ana (Milena Smit) fyrstu ferð skulu eiga. Tær eru báðar einligar og blivnar upp á vegin uttan rættuliga at hava vilja tað. Tær kennast ikki, men eru á somu stovu á føðideildini í spanska høvuðsstaðnum.

Janis, sum er mitt í lívinum, fegnast um at gerast móðir. Tannáringurin, Ana, er bangin og ótrygg, og vil als ikki hava hjálp frá foreldrunum, ið eru rík og sjálvupptikin. Tær báðar nýggju og javnfjaru møðurnar knýta bond, sum hjá báðum elva til avgerandi broytingar fyri lívið.

Oscarvirðislønta Penélope Cruz (f.1974) hevur verið við í átta filmum hjá Almodóvar. Fyri høvuðsleiklutin í hesum filmi um javnfjaru møðurnar fekk hon í fjør fyrstu virðisløn í Venezia. Almodóvar, sum hevur vunnið 165 altjóða virðislønir, fekk Oscarvirðislønina fyri filmin ”Tala við hana” (Habla con ella) í 2003. Hesin nýggjasti filmurin, ”Parallel Mothers”, er í tveimum førum í uppskoti at fáa Oscarvirðislønina í ár.

Filmsfelagið, sum fyllir 60 í heyst, vísir í vár eina røð av nýggjum evropeiskum arthouse filmum, sum høvið ikki er at síggja aðrastaðni í Føroyum. Næsti evropeiski filmur er hin nýggjasti hjá niðurlendska meistaraprovokatørinum, Paul Verhoeven (f.1938), sum hevur gjørt film um lesbisku nunnuna ”Benedetta”. Í mai 2017 innleiddi blaðstjórin á Kvinnu franska filmin hjá Verhoeven ”Elle”, har Isabelle Huppert hevði eggjandi høvuðsleiklutin, har hon setti sær fyri at hevna eina neyðtøku.

Sýningarnar í Filmsfelagnum eru almennar.

23/02 kl. 20:00 Parallel Mothers (Madres paralelas, Pedro Almodóvar, Spania 2021 123 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo