Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Hóast forsetin ikki er nøkur politisk rockstjørna, so vísa nýggju donasjónstølini, at hann framvegis fær stuðul frá veljaranum.

Tað streymar inn við smáum donasjónum til forsetan í USA, Joe Biden, sum hevur met í at fáa flest pengar um dagin.

Valkampanjan hjá Joe Biden hevur savnað inn 72 milliónir dollarar, svarandi til eina hálva milliard krónur 2. ársfjórðing av 2023 – og 97 prosent av pengunum koma frá donasjónum undir 200 dollarar.

Tað er meira enn bæði Donald Trump og Ron DeSantis hava fingið tilsamans. Trump hevur savnað inn 35 milliónir dollarar, meðan DeSantis hevur savnað inn 20 milliónir dollarar, skrivar TV 2.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo