

Klaksvíkar Sjúkrahús: Nú verður aftur farið undir eitt endurvenjingarskeið fyri børn við CP og øðrum kropsligum avbjóðingum í aldrinum 0 til 14 ár. Næsta endurvenjingarskeiðið verður í viku 9, 10 og 11 (27. febr.-17. mars).
Endamálið er, at børn innan hendan málbólk fáa møguleika at venja intensivt í 3 vikur fyri at betra um, ella viðlíkahalda teirra funktiónsstøði.
Tilmelding fer fram við at ringja 404668 ella 235467.
Tilmeldingarfreistin er 30. januar. Meira kunning sæst á heimasíðuni hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi, www.ks.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo