Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Dátueftirlitið: Føroya Politi kunnar um, at fleiri phishing teldupostar eru í umferð í Føroyum í løtuni.

Eitt phishingálop er vanliga ein roynd at lumpa brúkaran til at lata teldusníkum trúnaðarupplýsingar, so sum brúkaranavn og loyniorð til teldupost ella aðrar KT-skipanir. Slík brot á KT-trygdina umfata ofta eisini persónupplýsingar. Talan kann tí vera um trygdarbrot, ið skulu fráboðast Dátueftirlitinum.

Er man í iva, er man vælkomin at seta seg í samband við Dátueftirlitið, ella at lesa meir um trygdarbrot við at trýsta á leinkið niðanfyri: https://www.dat.fo/fyritoekur-og-stovnar/trygdarbrot

Fráboðanin hjá Føroya Politi er soljóðandi: "Fleiri phishing álop í gongd í løtuni.

Føroya Politi hevur fingið fráboðan um, at fleiri phishing teldupostar eru í umferð í Føroyum í løtuni. Á myndini, sum er viðheft hesum innleggi, sæst dømi um, hvussu tann eini av hesum teldupostunum sær út.

Í hesum phishing teldupostinum er ein leinkja til eitt OneNote dokument, ið inniheldur eina leinkju til eina phishing heimasíðu, har tú verður biðin um at skriva inn tínar innritanarupplýsingar.

Tær teldupostadressurnar, ið teldusníkarnir megna at fáa atgongd til, verða síðani eisini nýttar til at senda aðrar phishing teldupostar. Sendarirnir av teldupostunum eru tískil veruligar teldupostadressur hjá føroyskum fyritøkum.

Um tú hevur móttikið ein tílíkan teldupost og hevur skrivað inn tínar innritanarupplýsingar, so verður mælt til, at tú skjótast gjørligt broytir títt loyniorð, loggar út av øllum aktivum sessiónum og setur upp tvey-faktor innritan. Eisini verður mælt til, at tú kannar, um nakrar reglur eru settar upp í teldupostkontuni, sum m.a. kunnu gera, at allir inngangandi teldupostar sjálvvirkandi verða strikaðir ella víðarisendir.

Um tú brúkar sama loyniorð á øðrum tænastum á internetinum verður eisini mælt til, at tú broytir loyniorð á teimum tænastunum skjótast gjørligt."

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo