Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fólkaheilsustýrið: Eftir áheitan frá føroyskum myndugleikum verða hælblóðroyndir frá børnum, sum eru fødd í Føroyum síðani 1986, nú avhendaðar frá Statens Serum Institut (SSI) í Danmark til Fólkaheilsustýrið í Føroyum.

Hælblóðroyndirnar hjá føroyskum nýføðingum verða tó framhaldandi sendar til SSI og verða partur av kanningunum, sum stovnurin fremur av øllum børnum, sum verða fødd í danska ríkinum. Blóðroyndirnar verða tøkar til kanningar hjá SSI í upp til 12 mánaðir, og síðani verða tær sendar til Føroya í varðveitslu hjá Fólkaheilsustýrinum. Blóðroyndirnar verða partur av teim skráum, sum Fólkaheilsustýrið umsitur, og kunnu brúkast til gransking.

Blóðroyndirnar eru avlopstilfar frá teimum kanningunum, sum Statens Serum Institut fremur út frá hælblóðroyndunum hjá nýføðingum, sum verða tiknar 48-72 tímar eftir føðing. Kanningarnar fevna um 25 álvarsligar viðføddar sjúkur, sum kunnu geva álvarsligt mein, um tær ikki verða uppdagaðar tíðliga. Til ber at lesa meira um kanningarnar her: https://www.ssi.dk/sygdomme-beredskab-og-forskning/screening-for-medfodte-sygdomme

Um tú ella tíni børn eru fødd í tíðarskeiðnum frá 1986 til í dag, og ein hælblóðroynd er tikin av tær/tykkum, so er blóðroyndin í dag í varðveitslu hjá Statens Serum Institut og verður í næstum latin Fólkaheilsustýrinum í Føroyum. Hetta ger seg sjálvsagt ikki galdandi, um tú hevur biðið um, at blóðroyndin varð burturbeind. Avhendingin av hælblóðroyndunum byrjar í fyrru hálvu av februar 2024 og heldur fram yvir eitt tíðarskeið.

Tú kanst lesa meira um, hvønn týdning avhendingin av hælblóðroyndunum hevur fyri teg og tíni børn í fráboðanini, sum Statens Serum Institut hevur sent teimum borgarum, tey hava havt møguleika at seta seg beinleiðis í samband við. Fráboðanin sæst eisini her: https://www.ssi.dk/-/media/arkiv/dk/aktuelt/nyheder/2024/haeblodproeve-opbevares-fremover-i-den-genetiske-biobank-paa-faeroeerne.pdf

Fólkaheilsustýrið deilir hesa fráboðan vegna Statens Serum Institut, av tí at tey ikki hava havt møguleika at seta seg beinleiðis í samband við allar borgarar, sum eru fevndir av hesum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo