VP.fo vil verða við at varpa ljós á sálarheilsuna, sum í mannaminnir hevur verið eitt tabu og er hendan samrøðan partur í røðini “Angist, strongd og tað, sum tí fylgir”.
Í hesum parti tosar Petur Zachariassen við Súsonnu Olsen, forkvinnu í Sinnisbata, um teirra leiklut í at varpa ljós á sálarheilsuna.
Í hesari samrøðu verður mest tosað um angist og ótta, sum er sera útbreitt.
Angist kann vísa seg á sera ymiskan hátt og undir her eru nøkur dømi, sum Súsanna hevur deilt við okkum:
GAD (Generalized Anxiety Disorder)
- Áhaldandi og mikil stúran um nógv ymisk viðurskifti í lívinum, so sum heilsu, økonomi, arbeiði og nógv annað, sum er trupult at halda skil á og tí hevur við sær órógv og møði.
- Skelkangist (Panikangst): Óvæntað herðindi av ógvusligum ótta, sum minnir um hjártatilburð við eyðkennum, sum hjartabankan, andaneyð og ørilsi (svimbul).
- Samfelagsótti (Socialfobi): Ógvusligur ótti í samfelagsstøðum har ein óttast fyri at blíva dømdur negativt ella eyðmýktur, ofta sett í samband við lágt sjálvsvirði.
- Fobi: Óttar í ymiskum støðum, so sum eiturkoppum, hæddum, afturlatnum rúmum, at flúgva ella blóði.
- Agorafobi: Angist fyri ávísum plássum ella støðum, har tað er trupult at sleppa sær burtur ella biðja um hjálp, so sum í stórum manfjøldum, almennum flutningi ella at vera einsamallur heima.
- PTSD (Post Traumatic Stress Disorder): Angist av skelkandi upplivingum, sum geva flashbacks, marru og flýggjan.
- OCD (Obsessive Compulsive disorder): Ørkymlandi tankar, tvingsulsgerðir, fyri at minka um óttar.
Hesi eyðkenni koma til sjóndar, tá ið eitt angist herindi rakar:
- Likamlig: Hjartabankan, sveitti, ristast, andaneyð, pína í brynguni, kvalmi, svimbul, vøddaspenningar.
- Sálarlig: Varandi stúran, rastloysi, ikki tola nógv av, svøvntrupulleikar, royna at skúgva sær undan, vanlukkutankar.
Hvat kann man gera sjálvur:
- Flyta fokus, Verið hugbundin, virkin og saman, ella ABC tilmælini
- Venja
- Sova og hvíla seg
- Fara til ein sálarfrøðing, ið kann læra ein at meistra sína angist – kognitiv terapi oftani góð
- Fara til kommunulækna og blíva vístur til sálarfrøðing
- Brúka skaðastovuna, sum hevur fólk ið kunnu hjálpa tær við sálarheilsuavbjóðingum
Her eru nakrar leinkir til meira lesna og møguliga hjálp, eisini sjálvhjálp, so ein skilur, ella fær eina fatan av hvat er áfatt.
Psykiatrifonden
https://psykiatrifonden.dk/hjaelp-raadgivning/mentale-motionscenter/mentale-motionscenter-angst
Sociale netværk
https://detsocialenetvaerk.dk/
Sind
Bedre psykiatri
https://bedrepsykiatri.dk/viden/behandlingspsykiatrien/
Eisini vilja vit á vp.fo takka Stellu Zachariassen fyri gjørdar spurningar og samskipan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo



