Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis
Tema

VP.fo varpar ljós á evnið sálarlig heilsa, sum er nógv uppi at venda í hesum døgum.

Er hetta nakað, sum er komið meira og meira seinastu árini ella er hetta nakað, sum er komið meira fram í ljósið?

Birgit greiðir her frá hvat ambulanta og økis psykiatriin er til.

Tosað verður um angist og tunglyndi, men vert er eisini at nevna ADHD, sum nógv hava fingið staðfest. 

ADHD klinikkin er eisini partur av ambulantu psykiatriini.

Um tú vilt vita meira um ADHD, so kanst tú fara á www.ls.fo - menu - Deildir og ambulatoriir - og har finna ADHD klinikkina. Har eru poddar, video undirvísing og annað tilfar, sum øll hava atgongd til

Tað er sera umráðandi ikki at bíða við at søkja sær hjálp so um tú merkir okkurt, sum burdi verið kannað, søk so serkøna hjálp. Ring á Landssjúkrahúsið ella leita inn á www.ls.fo har tú undir Deildir og ambulatoriir finnur røttu deildina.

Vit vilja takka Stellu Zachariassen fyri samskipan og spurningar.

Vertur er Petur Zachariassen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #