Ongin er so stórur og máttmikil sum hann heldur, vit onnur halda
- Piet Hein

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ongin er so stórur og máttmikil sum hann heldur, vit onnur halda
- Piet Hein
Tema

Á temafundi hjá Norðurlandaráðnum tann 27. januar 2026 í Havn, var dentur lagdur á trivnaðin hjá teimum ungu, serliga innan sálarheilsu, og tær avbjóðingar tey hava.

Tey trý londini, Føroyar, Grønland og Ísland, hava sera ymiskar avbjóðingar, tá tað kemur til sálarheilsu hjá børnum og ungum og eitt nú greiðir Monika eitt sindur frá, hvat kom fram á fundinum.

Tað eru fleiri felagsskapir í Føroyum, sum arbeiða hart fyri at fáa myndugleikarnar at gera meira við hesar avbjóðingar og teir eiga eina stóra tøkk fyri hetta.

Sálarheilsa eigur ikki at vera tabu, men eigur at fáa størri raðfesting í samfelagnum soleiðis at tey, sum einaferð skulu bera samfelagið, kunnu fáa skjóta og góða hjálp.

Vertur er Petur Zachariassen og vit takk Stellu Zachariassen fyri samskipan og spurningar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo

# #