Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Metingin hjá Fiskamarknaði Føroya fyri næstu vikuna: Eitt minni ísfiskalínuskip er til fiskarí. Tað fiskar mest hýsu og tosk og landar helst fyrst í vikuni. Helst fer okkurt ísfiskalínuskip út í næstum. Nýggju frystilínuskipini eru til fiskarí. Øll fiska í føroyskum sjógvi, uttan eitt sum er í Íslendskum sjógvi. Tey fáa ein blanding av toski, longu, brosmu og so nakað av øðrum fiskasløgum.

Útróður: Streymurin verður góður í vikuni, men veðrið verður sera skiftandi, so vit rokna ikki við nógvum útróðri. Teir størru útróðrabátarnir koma helst at gera onkran túr. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski. Fiskaríið er brúkiligt.

Djúpvatnstrolarar: Hvørgin er úti, men helst fer annar avstað skjótt. Væntandi fer hann á svartkalvaveiðu. Hin er á beding.

Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí og koma fleiri at landa í vikuni. Øll fiska upsa, men fáa eisini eitt sløð av hvítum fiski, serliga longu og hýsu. Smáligt fiskarí, men okkurt gott hálið er inn ímillum.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju. Veðrið verður sera skiftandi, so tað er ivasamt nær teir fara út.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið hjá tí er eisini brúkiligt. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo